Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dysturin KÍ-HB mikukvøldið: Kaj Ennigarð og Kristian á Lakjuni væntandi við aftur

Norðlýsið ÍTROTTUR

KÍ hevur stórliga brúk fyri nýggjum íblástri, eftir at liðið bert hevur fingið 2 stig burtur úr 6 teimum seinastu dystunum í Formuladeildini, og tað kemur tí væl við, at onkrir leikarar eru tøkir aftur.

Kaj Ennigarð hevur ikki leikt við Formuladeildarliðnum hjá KÍ síðan dystin í Gøtu ímóti GÍ í kappingini um Løgmanssteypið, har hann meiddi sær knæið illa eftir eina takling aftanfrá.

Saknurin í Kaj má metast at vera stórur. Í øllum førum um ein tekur støði í úrslitunum síðan tann dystin, har úrtøkan hjá KÍ hevur verið rættiliga løk.

Ein annar leikari, sum hevur verið skaddur og tí ikki hevur leikt við besta KÍ-liðnum í seinastuni, er Kristian á Lakjuni, hvørs styrki fyrst og frems man liggja í tí skapandi partinum, sum KÍ ikki hevur havt í yvirflóð í ár.

Bæði Kaj og Kristian hava spælt onkrar einstakar dystir við 1. deild fyri at fáa eitt sindur av dystarvenjing, áðrenn teir av álvara tørna út aftur fyri Formuladeildarliðið, tá og um venjarin tekur teir innaftur í hitan.