Føroyar varðveittu vónina um stig móti Týsklandi fram til 72. minutt, tá føroyska liðið misti ein mann og fekk næsta málið ímóti sær.
Tað sá annars als ikki so býtt út fram til 2-0 málið í 72. minutti. Sjálvsagt hevði Týskland bóltin nógv meira, men verjan stóð sum oftast væl, hóast Mesut Özil til tíðir fekk ov gott pláss millum verjuna og miðvøllin. Í málinum stóð Gunnar Nielsen eisini – sum so ofta fyrr – ein sera góðan dyst. Málið hjá Týsklandi til 1-0 kom eftir deyðbólt, har Jerome Boateng skallaði hornaspark víðari til Per Mertesacker, sum hevði opið mál. Føroysku vandastøðurnar komu sum oftast úr vinstru, har Pál Jóhannus Justinussen og Viljormur Davidsen vístu ágangandi spæl.
Í seinna hálvleiki var gongdin tann sama, men Týskland hevði fram til 72. minutt meira trupult við at koma til møguleikar, hóast onkrir einstakir vóru. Tá so 72 minuttir vóru leiktir, bleiv Thomas Muller einsamallur við Gunnar Nielsen, og hóast Atli Gregersen royndi at trekkja seg, so fekk hann kontakt við Muller sum seinasti maður og so bleiv floytað fyri brotssparki og reyðum korti til Atla. Mesut Özil skoraði trygt, og so var dysturin í veruleikanum endaliga avgjørdur. Lars Olsen sendi ávíkavist toppskjúttan og assist odda leikaran í Effodeildini – Páll A. Klettskarð og Christian Mouritsen – á vøllin nakað áðrenn 2-0 málið og hesir munaðu væl seinastu løtuna, tá teir fingu skapt vandastøður fram eftir vøllinum. Men seinasta málið fekk Týskland í 83. minutti, tá Thomas Muller skoraði.
Sum heild eitt føroyskt avrik, har stríðsandin var góður, og har dysturin livdi – við vón um at fáa stig – fram til 72 minuttir vóru leiktir. Meir enn tað verður trupult at krevja ímóti einum av favorittunum til at vinna HM um eitt knapt ár.




