Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Dysturin skal vinnast

Oliver Joensen

Í kvøld Sunnukvøldið kl 19.00 tekur Stjørnan ímóti StÍF. Talan er um innleiðandi dyst í steypakappingini. Í steypakappingini hjá kvinnunum eru liðini býtt í tveir bólkar. Stjørnan er í bólki 1 saman við H71, VÍF og StÍF. Í bólki 2 eru liðini Kyndil, Neistin, VB og H71 2. Liðini leika ein dyst ímóti hvørjum øðrum, talan er sostatt um trý umfør.  Nummar eitt og tvey í hvørjum bólki skulu so leika hálvfinalur.                                                        

Tvey  umfør eru leikt, og í bólkinum, Stjørnan er í, er støðan undan seinasta umfarinum tann, at H71 er á odda við 4 stigum,  meðan Stjørnan og VÍF hava tvey stig í part, aftast er StÍF við ognum stigi.                                       

Skal Stjørnan gera sær vónir um at koma í víðari í steypakappingini, skal dysturin ímóti StÍF vinnast. Liðini hava higartil í landskappingini leikt tveir dystir ímóti hvørjum øðrum, og hevur Stjørnan vunnið teir báðar. Stjørnan letur heilsa og vónar, at nógv viðhaldsfólk møta upp fyri at stuðla kvinnunum. Víðari verður sagt frá Stjørnuni, at í samband við dystin verður seldur lutaseðil við nógv góðum vinningum. Drigið verður, áðrenn er liðugur.                                                                                                                                                              

Sum nevnt, so verður dysturin bríkslaður í gongd kl. 19.00, og er tað beint eftir, at mennirnir hjá Team Klaksvík hava leikt dyst í steypakappingini eisini ímóti StÍF.                                                                                                                                 

Harleywoodpaint