Leygardagin 25. mars frá kl. 20.30 til kl 21.30 verða gøtuljósini sløkt í Fuglafirði, eins og onnur ljós, sum tað er ráðiligt at sløkkja, eisini verða sløkt, t.d. á havnalagnum og á vøllinum
Leygardagin 25. mars frá kl. 20.30 til kl 21.30 verða gøtuljósini sløkt í Fuglafirði, eins og onnur ljós, sum tað er ráðiligt at sløkkja, eisini verða sløkt, t.d. á havnalagnum og á vøllinum
Hetta er í sambandi við Earth Hour átakið, sum WWF, “World Wildlife Fund”, skipar fyri, tá fólk, fyritøkur og kommunur um allan heim fara at sløkkja ljósið í ein tíma leygardagin fyri at varpa ljós á umhvørvið.
Fuglafjarðar kommuna luttekur í Earth Hour fyri at vísa, at vit taka veðurlagsbroytingarnar í størsta álvara – ikki bert handan eina tíman, men eisini í hinar 8.759 tímarnar í árinum, tá ljósið er tendrað.
Sonni á Horni, borgarstjóri, heitir eisini á borgarar og vinnu at taka undir við átakinum. ”Standa vit saman um at varpa ljós á umhvørvið og trupulleikarnar, so gera vit veruliga mun.Tað er hugnaligt at kunna savnast um tílík átøk, men tað hevur eisini týdning at hugsa um streymnýtsluna í gerandisdegnum.”
Í hesum sambandi verður skipað fyri einari hugnaløtu í kirkjuni kl. 20.30 við vøkrum tónum og sálmasangi. Kirkjan verður upplýst við kertuljósum einans, og av tí at gøtuljósini verða sløkt kl. 20.30 er best at koma í góðari tíð.
”Vit sløkkja ljósið og birta vón. Tí sjálvsagt er tað umráðandi fyri eina kommunu við ríkum vinnulívi at slóða fyri og seta sjóneykuna á veðurlag og veðurlagsbroytingar.
Teir 700 ungu næmingarnir, ið dagliga ferðast inn í kommununa at nema sær vitan, skulu eisini vita, at Fuglafjarðar kommuna saman við restina av heiminum stuðlar WWF við at taka undir við einum tílíkum átaki. Tískil fara vit at heita á allar borgarar, vinnufyritøkir og feløg í kommununi um at standa saman við okkum um hetta átak. Latið okkum sløkkja ljósið og birta vón,” sigur Rønn Eliasen, mentanarleiðari í Fuglafjarðar kommunu.




