Tað metir ítróttarskrivarin Teitur Joensen undan seinnu hálvfinaluni í annaðkvøld.
Mikukvøldið spæla EB/Streymur og KÍ seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Fyrri dysturin í Klaksvík endaði við 1-1 javnleiki, so EB/Streymur, sum hevur verið í finaluni síðani 2007, klárar seg við 0-0 javnleiki. Teitur Joensen er ítróttarskrivari hjá Dimmalætting og hann stendur EB/Streymi nær sum m.a. fyrrverandi leikari á besta liðinum.
– Eg vildi kanska sagt 51-49 ella 55-45 til fyrimun fyri EB/Streym, um eg skal peika á favoritt. Teir eru á heimavølli og elska at spæla móti KÍ veit eg. Hinvegin er nokk tað øvugta hjá KÍ, sum stendur seg illa móti EB/Streymi. Men hetta er steypakapping og tað er heilt nakað annað. KÍ hevur alt at spæla fyri og sær hetta sum møguleikan fyri møguliga at koma í Europa at spæla næsta ár. Harumframt sigur søgan, at EB/Streymur mangan hevur klárað at mest sum avgjørt finalurnar tann fyrra dystin, men tað hava teir ikki hesaferð. Í 2011 var tað sama støða móti B68 og tá var nær við, at B68 kom í finaluna, sigur Teitur Joensen við Norðlýsið. Hann heldur, at avrikini hjá EB/Streymi hava verið lítið sannførandi eftir summarsteðgin.
Hjalgrím er lykilin
Teitur Joensen sigur víðari, at lykilin til ein KÍ sigur er Hjalgrím Elttør.
– Sum eg skilji á lagnum, so var Hjalgrím saman við onkrum øðrum settur á bonkin móti Víkingi av disiplin orsøkum. Tað taki eg hattin av fyri KÍ venjaranum, ið enntá er lokalur, at hann torir at gera. Tí hann er liðskipari og skal ganga á odda bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin. Men eg trúgvi, at ein slíkur maður er ikki glaður fyri at vera settur á bonkin og tí vænti eg at síggja ein sera tendraðan Hjalgrím í annaðkvøld. Tí hann skal spæla væl, um KÍ skal víðari í hesum dystinum. So hansara reaktión verður avgerandi, sigur Teitur Joensen við Norðlýsið.
Taktiskur dystur
Tá vit at enda spyrja Teit um, hvat fyri dyst vit kunnu vænta, so svarar hann soleiðis:
– Eg vænti ein taktiskan dyst. EB/Streymur klárar seg við 0-0 og kunnu ikki leypa framav, men KÍ eisini má ansa eftir í verjupartinum. Tí kann tað blíva varið spæl. Men er hálvur tími eftir og tað framvegis stendur 0-0, so má KÍ satsa og tá kann tað blíva undirhaldandi. EB/Streymur hevur fyrr í ár víst, at tá nógv stendur uppá spæl sum t.d. tvær ferðir móti HB, so hava teir vunnið dystirnar. Teir hava framvegis góðan møguleika at enda í topp 3 i lanmdskappingini og koma í steypafinaluna, sum avgjørt vildi verið eitt góðkent kappingarár, sigur Teitur Joensen.
EB/Streymur og KÍ spæla seinnu hálvfinaluna mikukvøldið kl. 18.00 við Margáir.




