Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

EB/Streymur-HB 1-5

Jákup Ósá

Vit fylgja finaluni í Klaksvíkskappingini.

EB/Streymur byrjar við hesum leikarunum: René Tórgarð – Ger Hansen, Marni Djurhuus, Gestur Dam, Árni G. Olsen –  Pætur Dam Jacobsen, Hanus Olsen, Niels Pauli B. Danielsen – Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen.

HB byrjar við hesum leikarunum: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jóhan T. Davidsen, Alex dos Santos – Bárður Olsen, Fróði Benjaminsen – Christian Mouritsen, Kristin Mouritsen, Símun Samuelsen – Andrew av Fløtum.

5 min.: HB hevur havt yvirtakið fyrstu minuttirnar og Fróði Benjaminsen hevði góða roynt beinanvegin.

25 min.: Dysturin hevur verið javnur higartil. Bæði liðini leggja nógv fyri frameftir, men teir stóru møguleikarnir eru ikki komnir enn.

29 min.: 1-0 til HB. Flott mál, har Símun Samuelsen legði inn frá vinstru. Fróði Benjaminsen skallaði væl útfrá, har Bárður Olsen smekkaði bóltin í málið. Uppiborin leiðsla 

Annars kann nevnast, at EB fyllir 100 ár í dag. Fyrst í 1990’unum løgdu teir saman við Streymi í fótbóltinum, men framvegis verður hondbóltur spældur í EB. So tað hevði uttan iva verið ein góð føðingardagsgáva, um felagsliðið vann í dag.

38 min.: Framvegis 1-0 til HB. Men HB hevur havt fleiri stórar møguleikar til at skora fleiri mál. HB hevur verið greitt betra liðið higartil.

40 min.: Andrew av Fløtum legði inn, har Fróði Benjaminsen skallaði bóltin í málið til 2-0. Fult uppiborin leiðsla til vælspælandi HB liðið.

43 min.: Andrew av Fløtum spælir Símun Samuelsen leysan, og púra leysur við René skorar hann trygt. Klassamunur í finaluni.

Hálvleikur: 3-0 til HB, sum hevur spælt EB/Streym av vøllinum størsta partin av tíðini. 3-0 er ikki ov lítið í mun til leikgongdina.

52 min.: EB/Streymur er komið nógv betri við í seinna hálvleiki. Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen hava havt stórar møguleikar.

65 min.: Framvegis 3-0, men tað mangla ikki møguleikar. Andrew av Fløtum hevur havt roynd á yvirleggjaran. Nú hevur HB tikið yvir aftur.

75 min.: Hans pauli Samuelsen hevur minkað um munin til 3-1 við beinleiðis frísparki. Frísparki var kanska meint sum innlegg, men eingin fekk fatur á bóltinum, ið snýtti HB málverjan Hans Jørgensen. 3-1 og eitt munandi betri avrik hjá EB/Streymi í seinna hálvleiki.

82 min.: Christian Mouritsen við einum líknandi máli sum hjá Hans Paula. Fríspark úr spískum, har eingin rakar bóltin, ið endar í málinum.

87 min.: Flott HB snarálop. Bárður Johnsson Heinesen byrjar álopið. Tað endar við at Christian Mouritsen spælir Símun Samuelsen púra leysan, sum skoraði trygt.

Liðugt: 1-5

HB vann ársins Klaksvíkskapping í stórum stíli. 5-1 gjørdist úrslitið í finaluni og tað var í tráð við leikgongdina. HB spældi til tíðir heilt væl og sær út sum tað sterkasta liðið í deildini í løtuni. Fleiri av málunum vóru sera væl spæld. Serliga í fyrra hálvleiki var stórur munur á liðunum, meðan EB/Streymur kom nakað fyri seg í pørtum av seinna hálvleiki.

Harleyfacadeacryl