Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

EB/Streymur heldur siðvenjuna (bara tekstur)

Jákup Ósá

EB/Streymur vann uppibornan 3-2 sigur á KÍ við Margáir í dag. Sostatt heldur EB/Streymur fast í siðvenju felagsins um at ikki tapa móti KÍ á heimavølli og at koma langt í steypakappingini.

Líkindini vóru ikki góð við Margáir í dag og nógva vindin dugdi EB/Streymur nógv betri at brúka. Hóast KÍ fekk ynkisbyrjan við at skora í fyrsta álopinum, so setti EB/Streymur seg tungt á dystin í fyrra hálvleiki. Bara stórspæl frá Meinhardt Joensen gjørdi, at EB/Streymur ikki fekk mál. Og um miðjan fyrra hálvleik fekk KÍ sín næsta stóra møguleika í dystinum, men ein púra fríður Jóannes Bjartalíð skeyt beint á EB/Streyma málverjan Jákup Andrias Hansen. Hetta var samstundis seinastu ferð í dystinum, at tað veruliga var brúk fyri málverjanum hjá heimaliðnum. EB/Streymur fekk tó umsíðir javnað. Og í seinastu sekundunum av fyrra hálvleiki endaði frísparksinnlegg hjá EB/Streymi í KÍ málinum eftir stórt mistak frá Meinhardt Joensen. Sostatt fekk EB/Streymur uppiborna 2-1 leiðslu í hálvleikinum, hóast seinna málið kom vegna mistak frá KÍ málverjanum.
Í seinna hálvleiki hevði KÍ undanvind, men tá bleiv talan ongantíð um sama trýst, sum EB/Streymur hevði í fyrra hálvleiki. KÍ spælið var óskipað og nógv mistøk blivu gjørd á øllum plássum. Men burturúr ongum fekk KÍ javnað, tá lítið av tíð var eftir við málið frá Páll A. Kletsskarð. Tá væntaðu tey flestu helst, at KÍ fór at leggja trýst á, men so var ikki. Ístaðin legði EB/Streymur trýst á og eftir fleiri hornaspørk endaði tað við, at Brian Olsen skallaði sigursmálið inn.
Sum heild ein dystur sum var merktur av nógva vindinum, sum EB/Streymur dugdi at brúka betri. Teir á heimaliðnum vóru grammari og skaptu fleiri møguleikar enn KÍ hendan dystin. Samtundis skal siðvenjan ikki undirmetast, har EB/Streymur ongantíð tapur móti KÍ á heimavølli og eisini altíð kemur langt í steypakappingini. Higartil í ár er einki undantak.