Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

EB/Streymur hyggur eftir styrki til miðvøllin

Jákup Ósá

Formaðurin í EB/Streymi sigur, at tað í løtuni ikki liggur í kortunum, at teir fara at missa nakran leikara til 2014.

Formaðurin í EB/Streymi sigur, at tað í løtuni ikki liggur í kortunum, at teir fara at missa nakran leikara til 2014.

EB/Streymur hevur havt eitt annarleiðis kappingarár enn vanligt í landskappingini, har liðið fyri fyrstu ferð síðani 2005 endar uttanfyri topp 2. Í løtuni liggur liðið á 6. plássi. Men liðið kom í steypafinaluna eins og undanfarnu ár og í Champions League kom liðið víðari úr fyrsta undan umfarinum.

Ynskja sama hóp

Sigvald Zachariassen er formaður í EB/Streymi og hann sigur, at felagið ynskir at halda uppá sama hóp. Spurdur um styrk, so sigur hann, at teir hava eyguni úti eftir styrki til miðvøllin.

– Fleiri av okkara leikarum hava sáttmála til komandi ár. M.a. Arnbjørn, Leif og Hans Pauli, so tí er álopið ikki tað, ið vit fyrst hyggja eftir. Í verjupartinum vænta vit eisini at varðveita tað mesta av fólkinum, so tað er á miðvøllinum, at vit møguliga kundu hugsað okkum at styrkt um hópin, sigur Sigvald Zachariassen.

Rúni Nolsøe hevur sáttmála fyri 2014 og Sigvald sigur, at felagið eisini ynskir at fáa hjálparvenjaran Meinhardt Dalbúð at halda fram í felagnum. EB/Streyma formaðurin er nøgur við kappingarárið 2013.

– Í landskappingini verður tað ikki eins gott sum undanfarin ár, har vit síðani 2006 hava endað í topp 2. Men í Champions League spældu vit okkum víðari og í steypakappingini eydnaðist aftur at koma í finaluna, sigur Sivald Zachariassen. Hann væntar, at tað koma at ganga nakrar vikur, áðrenn endaligi hópurin er komin uppá pláss eins og siðvenja er í EB/Streymi.