Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

EB/Streymur-KÍ kl. 16.00

Jákup Ósá

Tað eru góð tíðindir fyri tey, sum ætla at síggja toppdystin í Premier League sunnudagin millum Liverpool og Manchester City og dystin við Margáir millum EB/Streym og KÍ.

Føroyingar fylgja væl við Premier League og tað er neyvan nakar ivi um, at toppdystir í Premier League kunnu seta áskoðarar aftur, um dystirnir í Onglandi liggja sama tíðspunkt sum teir í Føroyum.

Sunnudagin kl. 13.37 spæla Liverpool og Manchester City sera avgerandi toppdyst í Premier League. Í Føroyum er vanligt, at dystirnir sunnudag liggja kl. 15.00 og tað hevði merkt, at seinni hálvleikur á Anfield hevði ligið samstundis sum fyrri hálvleikur við Margáir.

Men nú hevur EB/Streymur boðað frá, at dysturin við Margáir sunnudagin byrjar kl. 16.00 og tað eru góð tíðindir fyri teir áskoðarar, sum ætla at síggja báðar dystirnar.