Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

EB/Streymur-KÍ: Upptakt

Jákup Ósá

Bæði liðini eru nærum fullmannað til týðandi dystin við Margáir leygardagin.

Dysturin við Margáir eru fyrst og fremst ein dystur um 5. plássið í Effodeildini. 5. pláss gevur ein eyka heimadyst í mun til eitt 6. pláss. Harafturat lúrir Europa League møguleikin hjá vinnaranum, um nú ÍF skuldi fingið eitt kanska meira óvæntað úrslit á útivølli móti NSÍ.

Hjá KÍ hevur Ivan Joensen leikbann. Sum skrivað í Norðlýsinum fyri tveimum vikum síðani, so gevast nakrir leikarar í KÍ eftir hetta kappingarárið. Bárður J. Heinesen(gevst ella spælir í Havn), Heðin á Lakjuni(gevst mest sannlíkt) og Álvur Christiansen (Skiftir til AB) spæla sín seinasta dyst við KÍ á hesum sinni, tó at man helst ikki heilt skal avskriva Heðin, sum hevur havt eitt gott kappingarár og er á deildum fyrsta plássi við flest uppleggum hjá KÍ og samstundis bara manglar 1 mál í at hava skorað 100 mál í Effodeildini. Sáttmálin hjá KÍ venjaranum Eyðun Klakstein gongur út nú og enn er ikki greitt, hvør verður høvuðsvenjari hjá KÍ í 2015.

Hjá EB/Streymi er ivamál um Brian Olsen og Gert Hansen, sum dragast við skaðar. Annars eru allir tøkir. Eisini EB/Streymur væntast at missa fólk í vetur. Arnbjørn Hansen er kunngjørdur sum HB leikari, Gert Hansen sigst hava gjørt avtalu við Víking og Hans Pauli Samuelsen sigst hava gjørt avtalu við B36. Og so er ivamál, um 40 ára gamli Egil á Bø verður aftur at síggja í bestu deildini. Afturat hesum er eisini ivamál um aðrar leikarar. Rúni Nolsøe hevur eisini sagt alment, at hann ikki heldur fram í EB/Streymi sum høvuðsvenjari.

Dysturin við Margáir byrjar leygardagin kl. 14.00 og dómari verður Eiler Rasmussen.

Harleywoodpaint