Signar í Homrum er í kvøld avloystur sum formaður í EB/Streymi.
Signar í Homrum er í kvøld avloystur sum formaður í EB/Streymi.
Brian Hansen tekur yvir eftir, at Signar í Homrum hevur sitið sum formaður í nøkur ár. Hann tók við, tá EB/Streymur hevði stórar fíggjarligar avbjóðingar, sum viðførdu eina niðurflyting, tá liðið misti nærum eitt heilt lið í einum. Men nú sær ljósari út, tí EB/Streymur er aftur í bestu deildini eftir sannførandi úrslit í næstbestu deildini í fjør. EB/Streymur hevði aðalfund fyrr í kvøld.
Heimasíðan hjá EB/Streymi skrivar:
EB/Streymur hevði regluliga ársaðalfundin í kvøld, og har valdi formaðurin seinastu árini, Signar í Homrum, at leggja frá sær.
Dan Olsen og Magnus Magnussen stóðu eisini fyri vali. Dan stillaði upp aftur, meðan Magnus ynskti at lata onnur koma framat. Dan Olsen varð afturvaldur, og fyri Signar og Magnus vórðu valdir Brian Hansen og Torfinn Djurhuus.
Til eykalimir vórðu valdir Ólavur F. Høghamar Ejdesgaard og Magnus Magnussen.
Nevndin skipaði seg við Brian Hansen sum formanni, Oddur Ejdesgaard sum næstformanni, Dan Olsen sum kassameistara, Magnus á Stongum sum skrivara, og Torfinn Djurhuus sum nevndarlimi. Tiltakslimir eru sum sagt Ólavur F. Høghamar Ejdesgaard og Magnus Magnussen.
Á myndini eru frá vinstru: Dan Olsen, Magnus Magnussen, Oddur Ejdesgaard, Brian Hansen, Torfinn Djurhuus og Ólavur F. Høghamar Ejdesgaard. Magnus á Stongum manglar á myndini.




