Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

EB/Streymur samráðist við komandi venjara

Jákup Ósá

Tað verður helst ein føroyingur við royndum úr Effodeildini, sum tekur yvir í EB/Streymi, sigur Signar í Homrum, sum er formaður í EB/Streymi.

EB/Streymur skal finna nýggjan venjara til næsta ár eftir, at Rúni Nolsøe fyrr í ár boðaði frá, at hann helt ikki fram. Og arbeiðið við at finna komandi venjaran er í gongd, sigur formaður.

– Vit hava viðgjørt spurningin og arbeiða við málinum. Samráðingar eru og eg vænti, at talan verður um ein føroying við royndum úr Effodeildini. Men einki kemur endaliga uppá pláss, fyrr enn kappingin í ár er liðug, sigur Signar í Homrum við Norðlýsið.

Jógvan Martin Olsen og serliga Eliesar Olsen eru m.a. settir í samband við starvið og fyrrverandi EB/Streyma leikarin Mikkjal K. Thomassen kundi eisini verið eitt av venjaraevnunum, sum EB/Streymur umhugsar, nú teir hyggja eftir føroyingum við royndum úr Effodeildini.