Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

EB/Streymur vann móti HB

Jákup Ósá

Venjingardystur var við Margáir í gjár.

Venjingardystur var við Margáir í gjár.

Fyri vikum síðani spældu liðini í Gundadali og tá vann HB 3-1. Men nú liðini spældu við Margáir, so vann heimaliðið. Eitt sjálvmál var tað sum gjørdi, at EB/Streymur vann 1-0. Sum sæst á uppstillingini, so royndi serliga EB/Streyma venjarin nøkur ting av, har hann serliga í verjupartinum er leitandi eftir røttu uppstillingini, nú Egil á Bø og Marni Djurhuus enn ikki eru byrjaðir at venja.

EB/Streymur byrjaði soleiðis: René Tórgarð – Brian Olsen, Gert Hansen, Allan Hansen, Leif Niclasen – Pól Jóhannus Justinussen, Niels Pauli Danielsen, Gunnar Zachariassen – Jónas Tór Næs, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen.

HB byrjaði soleiðis: Teitur M. Gestsson – Jóhan T. Davidsen, Sverri M. Mortensen, Rógvi Holm, Pál M. Joensen – Tróndur Jensen, Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal – Christian Mouritsen, Andrew av Fløtum, Kristin Mouritsen.

Harleyfacadeacryl