Í fyrstu syftu er ikki ætlanin, at fara út eftir styrki til komandi kappingarár, sigur formaðurin í EB/Streymi, Signar í Homrum.
EB/Streymur ger um dagarnar sáttmálar við leikarar fyri komandi kappingarár. Felags fyri nærum allar er, at teir er uppaldir í felagnum. Fleiri av teimum eru heilt ungir, sum vit lítið og einki hava sæð til í Effodeildini enn. Og okkurt bendur á, at EB/Streymur fer at satsa uppá egnar leikarar komandi ár.
– Vit gera í hesum døgum sáttmálar við okkara egnu. Talan er um ungar evnaríkar leikarar, sum vit trúgva uppá. Tað er nógv lættari at gera sáttmálar við teir yngru um hesa árstíðina, tí teir eldru eru oftast fótbóltstroyttir og vilja hava eina steðg frá øllum. Vit hava mist Arnbjørn Hansen til HB og so mistu vit Gunnar Zachariassen á syrgiligan hátt. Og so rokna vit við, at missa onkrar aðrar leikarar. Men í fyrstu atløgu er ikki ætlanin, at fara at styrkja liðið uttanífrá. Hinvegin síggja vit seinni, at vit mangla okkurt á liðnum, so hyggja vit uppá tað tá, sigur Signar í Homrum.




