Klaksvíkingar tippa um Effodeildina: Í kvøld metir klaksvíkingur, at tað verður hvørki HB ella Víkingur, sum fer avstað við FM heitinum, men felagsliðið EB/Streymur.
Rúna Nón Bjartalíð er í táttinum í kvøld og hon hevur eins og flest onnur KÍ og HB í topp 4. Men FM vinnarin er ein annar, enn tey flestu hava tippa frammanundan. Rúna tippar soleiðis:
FM vinnari: EB/Streymur
Nummar 2: HB
Nummar 3: B36
Nummar 4: KÍ
Niðurflytari: B68
Niðurflytari: Skála
Ársins toppskjútti í Effodeildini: Páll A. Klettskarð (KÍ)
Ársins leikari í Effodeildini: Klæmint A. Olsen (NSÍ)
Ársins stjørnuskot í Effodeildini: Meinhardt E. Olsen (NSÍ)
Besta ”keypið í Effodeildini: Jóan Símun Edmundsson (AB)
Les um aðrar tippingar til Effodeildina 2014:
– FM heitið endar í Eysturoynni
– Bæði Havnarfeløgini í topp 4
– Klettskarð fær aftur eitt framúr kappingarár
– Somu lið ganga aftur hesaferð
Um táttin ”Klaksvíkingar tippa um Effodeildina”:
Hvørt kvøld fram til leygardagin 15. mars fara tilvildarliga útvaldir fótbólts áhugaðir klaksvíkingar at tippa um Effodeildina 2014 á nordlysid.fo. Landskappingin í Effodeildini byrjar leygardagin 15. mars. Vit spyrja um topp 4, niðurflytarar, ársins leikara, stjørnuskot, toppskjútta og ársins ”keyp”. Við ársins stjørnuskot eru krøvini, at talan skal vera um U21 leikara, sum enn ikki hevur fingið sítt veruliga gjøgnumbrot í Effodeildini, meðan eitt ”keyp” meinast við ein leikara, sum er komin til felagið uttanífrá og sum ikki spældi við sama felagnum í fjør.




