Fríggjakvøldið 5. januar byrjar listaframsýning við Edith Mørkøre í Leikalund í Klaksvík. Á framsýningini fer hon at vísa fram abstrakta og ekspressionistiska list.
Edith er av Argjum og búsitandi í Hoyvík, hon hevur málað samanhangandi, síðani hon var 13 ára gomul, og hevur eisini gingið á Háskúla í Rønde í Danmark, har hon tók sergrein í list.
Edith hevur verið við á nógvum ymiskum framsýningum kring landið seinastu árini. Hon hevur m.a. sýnt fram í Smiðjuni í Lítluvík, Ribarhús, Lions Runavík á Hvítusunnu, Lions Tórshavn á ólavsøku, Nórðoyastevnuframsýningini, Hafnia, Kelduni, Gallarí Jinx og aðrastaðni.
Seinasta árið hevur Edith havt listarligu uppgávurnar at prýða "Árið hjá fiskimonnum 2005" og Nýggja brettspælið "Manna", sum kom út í desembur 2006.
Edith er útbúgvin innan handil og málar eftir arbeiðstíð heima í atelierinum í kjallaranum í Hoyvík, har umstøðurnar eru góðar, og fólk ofta koma á gátt at hyggja eftir málningum.
Fyri tíðina málar Edith mest abstrakt/ekspresionistiskt,og hetta verður tað, sum klaksvíkingar fáa at smakka.
Á hesari framsýningini, sum er frá 5. til 31. januar, hevur hon arbeitt við strukturi og formum í akryl. Evnini eru viðurskifti, sum rørast í tí dagliga lívinum, serliga eru tað evnir so sum rættvísi, órætvísi og annað, sum hava verið íblástur til málningarnar hasaferð. Øll verkini eru frá 2006.
Fernerisering verður fríggjakvøldið 5. januar kl. 19.00.
Opið verður dagliga soleiðis:
Mánadag-Fríggjadag 10.00-23.00.
Leygardag 10.00-13.00 & 19.00-23.00.
Sunnudag 19.00-23.00




