Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Edmund broytir ikki støðu

John William Joensen

sigur fyrrverandi partamaðurin hjá Edmundi Joensen, Atli Hansen

Atli Hansen, úr Gøtu, var partur av tingmanningini hjá Sambandsflokkinum, sum royndu at fáa Edmund Joensen frá sum formann í flokkinum, men hann heldur at Edmund í hesum málinum hevur gjørt tað rætta.
– Kenni eg Edmund rætt so fer hann ikki at broyta støðu í hesum málinum, tí hann hevur hugsað seg gjølla um og hevur fyri langari tíð síðan boða frá at hann fór at leggja málið fyri tingið.
– Undir øllum umstøðum fer Edmund ikki at bakka – tí eg kenni hann somikið væl at tá tað kemur til slík mál er hann grót tvørur.
– Eg haldið eisini at hann hevur rætt í hesum málinum og eg skilji ikki hví løgmaður roynir at blanda tingini saman.
– Hann fekk jú eisini uppbakking frá formansskapinum til at leggja málið fram og tí eigur málið at vera viðgjørt í tinginum.