At Edmund Joensen er stórsti vargurin í tingum er sera skuffandi fyri okkum sum stuðlaðu honum í at gerast løgtingsformaður
Hetta segði Formaðurin í tingbólki Javnarflokkinum, Kristian Magnussen.
– Eg havi mist rættuliga nógv álit á løgtingsformanninum – tí einasta grundgevingin fyri at leggja uppskotið fram er at hann hevur talt til 19 atkvøður í tinginum og so smekkaði hann uppskotið fyri tingið.




