Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Effo dagførir Klaksvík

www.klaksvik.fo

Í hesum døgum er økið kring Effo-støðina í Klaksvík avbyrgt, tí tangarnir skulu skiftast. Har hava ligið 3 tangar á 10.000 litrar og ein á 20.000.

Nú verða hesir skiftir út við tríggjar tangar á 30.000 litrar – tveir til diesel og ein til bensin.

Tað er NH-grevstur, sum stendur fyri arbeiðinum, sum kemur at taka 6 vikur. Arbeiðið kemur at kosta góða mill.

Hóast avbyrgingina verður vaskihøllin tøk, verður sagt av Effo.