Á pappírinum er lítið hugsandi, at mongu javnleikirnir íEffodeildini fara at steðga hetta komandi umfarið. Burtursæð frá dystinum áDungasandi í Sørvági, so er ringt at peika á vinnarar í hinum dystunum.
ÍF-Víkingur
ÍF hevur fingið betri úrslit enn tey flestu høvdu væntaðundan kappingini. Liðið hevur – hóast frágongd – fingið góð úrslit. Seinastkundu teir tað sama havt vunnið móti HB. Tá fekk Bartal Eliasen leikbann við atfáa reytt kort, men hesaferð er Høgni Madsen tøkur aftur eftir leikbann. HjáVíkingi situr Hans Jørgen Djurhuus, sum leikti væl seinast, uttanfyri viðleikbanni, tá hann seinast fekk sítt 8. gula kort í ár. Grannauppgerðin eraltíð spennandi og áhugaverd. Víkingur vann fyrra dystin í ár, men síðani táhava liðini havt ymiska gongd á stigatalvuni. Men seinasta leygardag sóu vitgreið tekin um framgongd hjá Víkingi so talan verður helst um sera tættan dyst.Effodeildin bjóðar uppá nógvar javnleikir í ár, og hesin dysturin bendur eisiniá, at ein javnleikur er upplagdur. Tipping: X
Les alt um metingarnar fyri hinar dystirnar í Norðlýsinum, ið fæst til keyps í sølubúðunum kring landið.




