Effodeildin: Vit dømaliðini
Niðanfyri fara vit at hyggja eftir, hvussu liðini íEffodeildini hava staðið seg í mun til vónirnar undan kappingini. Eisini verðurmett um, hvar liðini fara at enda á stigatalvuni í ár.
Undan kappingarárinum verður nógv skrivað og mett um, hvussuliðini fara at klára seg. Nú eru 15 umfør leikt og ein hálvegis eftirmetingkann gerast. Vit fara at skriva um, hvar vit væntaðu undan kappingini, atliðini fóru at enda. Eisini verða karakterir givnir. Karakterirnir vera givnirútfrá fortreytunum hjá liðunum. Har verður met um, hvussu liðini hava støðiðseg í mun til dygdirnar sum finnast í hópunum. Til seinasta fara vit at komavið okkara boði uppá, hvar liðini enda í ár.
Stigatalvan í løtuni í Effodeildini sær soleiðis út:
1. HB 34 stig
2. ÍF 27stig
3. EB/Streymur 25 stig
4. B36 21 stig
5. NSÍ 20 stig
6. KÍ 19 stig
7. TB 16 stig
8. Víkingur 16 stig
9. AB 12 stig
10. 07Vestur 8 stig
Eftirmetingar ogtippingar
HB
Norðlýsið tippaði undan kappingini: Nummar 1
Karakterur: 8 av 10
At HB fór at vinna 10 av teimum fyrstu 15landskappingardystunum er einki óvæntað. Hópurin er og var mettur sum tannsterkasti í landinum. Hinvegin telur tað niður, at HB fór út úrsteypakappingini longu í fjórðingsfinaluni. Leiðslan í toppinum í Effodeildinier tó uppá heili 7 stig, og tí skal ganga heilt galið, um HB ikki endar nummar1.
Hvar endar HB: 1
ÍF
Norðlýsið tippaði undan kappingini: Nummar 7
Karakterur: 9 av 10
At ÍF av teimum flestu bleiv sett á eitt 7. pláss undankappingini bleiv gjørt útfrá fortreytunum um, at liðið hevði mist so nógvarleikarar frá liðinum í fjør. Men so komu Jan Ellingsgaard og Bartal Eliasenafturíaftur og tað broytti fortreytirnar. Men liðið hevur fingið ótrúliga vælburturúr og tað ber neyvan til at krevja stórvegis meira av fuglfirðingum.
Hvar endar ÍF: 3
EB/Streymur
Norðlýsið tippaði undan kappingini: Nummar 2
Karakterur: 7 av 10
EB/Streymur er eins og vanligt seinastu árini partur avtoppinum í bæði lands- og steypakapping. Men føroyameistararnir eru ov langtaftanfyri HB fyri at fáa betri karakter. Eftir eina trupla byrjan er veruligagongd komin á. Egil á Bø verður tó ikki við fyrstu umførini eftir summarsteðginvegna summarferiu, men hinvegin verður Arnbjørn Hansen tøkur aftur. EB/Streymurer vanliga best fyri seint í kappingini og tað fer eftir okkara tykki at røkkatil topp 2 aftur í ár.
Hvar endar EB/Streymur: 2
B36 (Skrivaðáðrenn Evrard Blé kom)
Norðlýsið tippaði undan kappingini: Nummar 6
Karakterur: 7 av 10
B36 liðið er trupult at meta um. Tí hópurin er so tunnur,men hevur eina øgiliga styrki, tá liðið er fullmannað. Tí kemur tað at veraavgerandi fyri seinnu hálvu, hvussu upplagdur eitt nú Lukasz Cieslewicz verður.Hinvegin missir liðið verjuskansan Martin Pedersen. Tað kann fara at ávirka.B36 kann blíva alt frá nummar 2 í besta føri til nummar 7-8 í ringasta føri.
Hvar endar B36: 6
NSÍ
Norðlýsið tippaði undan kappingini: Nummar 4
Karakterur: 7 av 10
NSÍ hevur gjørt tað sum væntað. Liðið liggur í kappingini umseinastu Europa plássini eins og liðið enn er við í steypakappingini. Tó mistiliðið nakað móti endanum av tíðini undir Abraham Løkin. Nú situr Heðin Askhamvið róðri, og tað verður ógvuliga spennandi at fylgja. Tað kann væl henda, atNSÍ fer at fáa eitt Europa League pláss.
Hvar endar NSÍ: 4
KÍ
Norðlýsið tippaði undan kappingini: Nummar 5
Karakterur: 6 av 10
Dygdin í hópinum er til meira enn eitt 5. pláss, har vitsettu KÍ undan kappingini. Men tað hevur ikki gingið eftir vild eftir eina góðabyrjan. Liðið hevur ikki vunnið síðani 28. apríl og tað verður ein stóravbjóðing hjá nýggja venjaranum í seinnu hálvu. KÍ hevur søguliga sæð seinnuárini havt tað óvanliga trupult fyrsta partin av seinnu hálvu. Ísteypakappingini hevur KÍ trupult útgangsstøðið við 1-1 javnleiki undan seinnuhálvfinaluni móti EB/Streymi við Margáir.
Hvar endar KÍ: 5
TB
Norðlýsið tippaði undan kappingini: Nummar 8
Karakterur: 7 av 10
TB byrjaði illa og endaði illa. Men millum har sá taðskilagott út og serliga á heimavølli eydnaðist at fáa nógv stig. Liðið leturikki nógv mál inn(20), men skorar eisini fá mál(13). Tað ljóðar har suðuri frá,at kannað verður fyri møguleikunum at styrkja seg. TB hevði líknandi gongdseinasta kappingarár, men hesaferð verður neyðugt við einari betri seinnuhálvu, um liðið skal halda sær burtur frá niðurflytingarstríðnum.
Hvar endar TB: 8
Víkingur
Norðlýsið tippaði undan kappingini: Nummar 3
Karakterur: 4 av 10
Tað bjargar karaktergevingini nakað, at Víkingur hevur eina3-2 leiðslu í steypakappingini og tískil liggur hampuliga væl fyri til at komaí steypafinaluna. Men í landskappingini hevur liðið als ikki avrikað tað, sumtað kann. Vegurin bæði uppeftir og niðureftir er stuttur og vit vænta, at teirfara at førka seg uppeftir. Men tað verður neyvan langt.
Hvar endar Víkingur: 7
AB
Norðlýsið tippaði undan kappingini: Nummar 9
Karakterur: 6 av 10
AB liggur har, sum vit væntaðu. Men var tað ikki fyri eingóðan endaspurt uppá fyrra hálvu, so sá sera svart út. 12 stig fyri 15 dystirer tó ov soltið og í steypakappingini kom liðið heldur ongan veg. Liðið hevurhavt nógvar skaðar at dragast við og sum heild skuldu útlitini verið munandibetri fyri seinnu hálvu. Burtursæð frá TB, so er trupult at síggja, hvat lið ABskal kunnu yvirhála. Men tað ber til hjá argjamonnum, um teir megna at haldastøðinum seinasta dysrirnar.
Hvar endar AB: 9
07Vestur
Norðlýsið tippaði undan kappingini: 10
Karakterur: 4 av 10
Tað byrjaði lovandi, tá 07Vestur fekk stig í teimum flestudystunum. Men tað er bara blivið til tann eina sigurin og liðið tykist vera vælá veg móti enn einari niðurflyting. Útlendingarnir megna ikki í nóg stóran munat lyfta liðið og hópurin tykist ov veikur samanlagt. Tó er tað ikki so stórurmunur á liðunum, tá 07Vestur spælir flestu av sínum dystum. Tí kann seinnahálva fara at roynast betri. Men tað verður rættuliga óvæntað, um 07Vestur skalbara at nærkast 8. plássi.
Hvar endar 07Vestur: 10




