Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eftimeting eitt krav

Oliver Joensen

Klaksvíkin hevur enn einaferð silgt seg út í óslættan sjógv. Hetta er so tað sum tað er. Beinanvegin eru røddir frammi, at nú skulu vit bara hyggja frammeftir.

Sambært hesum røddum skulu vit slet ikki dvølja við, hvat tað er, sum hendir her 15. hvørt ár, men bara koyra víðari sum um einki var hent. Eftirmeting er lyklaorðið í eini hvørji fyritøku og stovni nú á døgum. Men tykist hetta ikki at galda fyri Klaksvíkar kommunu. Taka vit ikki hesa støðuna, sum vit eru komin út í, í fullum álvara, er vandi fyri at fráflytingin fer at taka dik á seg. Hvør fer at seta búgv og seta seg fyri stóra skuld í ein sovorðnum býi, har tilvildin ræður? Vit noyðast, um vit vilja ella ikki, at taka eina grundleggjandi eftirmeting og spyrja okkum sjálvi, hvussu hesin býur skal síggja út um 10 ár? Annars verða vit ikki tikin fyri fult. Hetta er millum annað nakað, sum eg havi hugsað nógv um, nú eg bjóði meg fram til býráðsvalið. Og sjálvandi kann eg ikki stilla upp til eitt býráðasval uttan at koma inn á náttarlívið, sjónleikin og ítróttin her í býnum.
Trý ting sum fylla nógv í lívi mínum. Sum býráðspolittikari fari eg at skapa góðar karmar fyri, at hesi trý tingini, saman við so nógvum øðrum tilboðum, fáa góðar umstøður at virka undir her í býnum.
Her fari eg at loyva mær at siga, at sitandi leiðsla í býráðnum tey seinastu 8 árini ikki hevur givið Klaksvíkar Sjónleikarfelag serliga stóran ans. Tað hevur ført við sær, at neyðugt hevur verið at vent sær til sjónleikarafelag í aðrari kommunu um samstarv fyri at kunna seta leik upp.
Síggi at onkur valevnir hava hug til at leggja eftir umsitingini í Klaksvíkar kommunu nú kommunan er í kreppu. Her vóni eg at veljarin fer at plasera ábyrgdina fyri tað støðu vit eru komin í á teir persónar, sum veruliga hava ábyrgdina av hesum, -nevnliga politikkarnir. Ein umsiting fær ikki verið betri enn teir politikkarir, sum í seinasta enda taka avgerðina fyri býin.
At enda fari eg at ynskja øllum veljarum og valevnum eitt gott val.