Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eftir at hann hevur róð við 8-mannaførum í 6 ár: Uni Oknadal satsar nú uppá Páll Fanga

(
John Færø)

– Eg havi róð í 6 ár við 8-mannaførum og hevði tí ikki so góðan hug at royna við Nevinum í ár men heldur at satsa upp á 6-mannaførini, sjálvt um vit vita, at kappingin fer at verða øgiliga hørð, sigur Un Oknadali, sum eisini hevur roynt at vunnið føroyameistaraheitið við 8-mannafari.

Maðurin, sum í ár verður bátsformaður hjá monnunum við Páll Fanga, er Uni Oknadal, ið telist millum royndastu rógvarar.

Vil vinna FM
við Páll Fanga.

Og tað er ikki heilt av tilvild, at hann í ár hevur valt at satsa upp á 6-mannafarsróðurin. Uni hevur nevniliga ongantíð róð eitt heilt kappróðrarár við einum 6-mannafari.
Tá hann í 2001 kom aftur av einum túri til skips, varð hann beinanvegin biðin um at koma umborð á Páll Fanga. Ta ferðina vóru bara 3 róðrar eftir, og teir fingu eisini nøkur sera góð úrslit teir róðrarnar, men burtursæð frá tí, hevur Uni altso ongantíð róð kapp við 6-mannaførum.
– Eg havi róð í 6 ár við 8-mannaførum og hevði tí ikki so góðan hug at royna við Nevinum í ár men heldur at satsa upp á 6-mannaførini, sjálvt um vit vita, at kappingin fer at verða øgiliga hørð, sigur Uni, sum eisini hevur roynt at vunnið føroyameistaraheitið við 8-mannaførum.

Ikki færri enn trý
nýggj 6-mannafør.

Men hóast hann satsar, so roknar Uni einki sum helst fyri givið í ár:
– Eingin ivi er um, at kappingin millum 6-mannaførini verður minst líka hørð í ár sum í fjør.
– Ein orsøk til hetta er, at heilir 3 nýbygningar verða við í 6-mannafarsróðrunum í ár. Hesir eru Lómur av Argjum, Víkingur hjá Havnar Róðrarfelag og so føroyameistararnir í fjør: Smyril úr Vági, har manning øll verður tann sama í ár sum í fjør.
– Her hendir so nógv innan bygging av kappróðrarbátum, at tað longu eru fleiri 6-mannafør, sum eru yngri enn Páll Fangi, hóast tað bert eru 3 ár síðani hann varð bygdur.

Roknar við sera
harðari kapping.

– Umframt tey nýggju 6-mannaførini, sum altíð draga góðar manningar til sín, so frættist, at Jarnbardur verður mannaður við royndum fólki, og teir á Sølmundi eru eisini altíð góðir, so eg rokni við sera harðari kapping.
– Tað verð ikki lætt, sigur Uni Oknadal, bátsformaður við Pálli Fanga, sum í fjør fekk eitt flott 2. pláss aftan fyri føroyameistaran Smyril úr Vági.
Í fjør fekk Páll Fangi eina góða byrjan og vann 2 teir fyrstu róðrarnar, áðrenn Smyril tók yvir og vann fleiri róðrar á rað og at enda eisini føroyameistaraheitið.
Hvussu tað verður í ár – ja, tað má tíðin vísa!!