Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eftir manninum heldur enn bóltinum

Oliver Joensen

Vit hava fyrr skrivað her á hesum teigi um, at ávísur partur av høvuðsstaðarpressuni tykist at hava fingið J.F.K í rangastrúpan.

Nú um dagarnar var ein grein í Dimmalætting um dupultflaggavtaluna sum føroyingar hava við Polen og hóast Ingi S. Olsen helst hevur lisið sær til eitthvørt og kanska fingið krútið frá onkrum øðrum, so ber greinin týðuliga boð at tað meira snýr seg um at fara eftir J.F.K. Heldur enn at seta seg rættuliga inn í málið. Tí hann sum lesur greinastubban sær beinanvegin, at maðurin hevur als ikki skil fyri málinum.
Stórur partur av føroyska trolaraflotanum hevur fiskað við Svalbard undir dupultflaggavtaluni við Polen.
Polen er soleiðis fyri, at teir hava ongi skip at røkja kvotuna, ið teir eiga frá gamlari tíð og hava teir verið so óførir, at teir eiga eina nógv størri kvotu enn vit.
Um fokusið í nevndu grein ikki hevði verið so einoygd eftir J.F.K. (sum verður kallað Kjølbro, hóast tað einasta sum eftir av felagnum ber navnið Kjølbro er heilsølan) so hevði greinskrivarin óivað havt funnið út av, at ímillum aðrar Akraberg, Ljósafelli, Boðasteinur og aðrir júst hava fiska undir somu skipan.
At skipini fiska við Svalbard, fyri síðani at fara inn í norska havn at flagga um og síðani fara í eitt nú russiskan sjógv er jú heilt lógligt og í tráð við andan í avtaluni.
Tað einasta sum greinskrivarin kanska kann seta spurnartekin við er viðvíkjandi registreringunum, tí sjálvandi hava skipini ikki loyvi at fiska undir ávísum flaggi áður enn skipið er skrásett undir flagginum.
Men at sláa stórt upp, at skip fiska undir tveimum fløggum sama túr úr Føroyum er heilt burturvið og misskilt, kanska við vilja, tí tað kanska ikki er málið, men J.F.K. tað snýr seg um.