Fiskidaganevndin mælir til at beina allan iva butur um hjáveiðu hjá svartkjaftaflotanum við at seta eftirlitsfólk umborð
Brot úr tilmælinum frá fiskidaganevndini:
Fyri at beina allan iva burtur mæla vit til, at myndugleikarnir gjøllari fylgja hjáveiðuni eftir botnfiski hjá útlendsku og føroysku svartkjaftaskipunum.
Mælt verður til at seta eina skipan í verk við eftirlitsfólki umborð á teimum pelagisku førunum, sum fiska í føroyskum sjógvi.
Eftirlitsfólkini eiga at hava heimild at steðga veiðu
eftir pelagiskum fiski, tá hjáveiðan er oman fyri eitt ávíst mark.
Nevndin hevur framvegis eina fatan av, at svartkjaftaflotin fiskar nógvan botnfisk sum hjáveiðu. Nevndin heldur, at nógva svartkjaftaveiðan undir Føroyum hevur eina beinleiðis
ávirkan á støðuna hjá fiskastovninum.




