Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eftirlønarútgjaldið í 2026 er 6.650 kr.

Tíðindaskriv

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 195 kr. um mánaðin frá 1. januar 2026. Tað svarar til eina hækking á 3% soleiðis at eftirlønin fer frá 6.455 kr. um mánaðin í 2025 til 6.650 kr. um mánaðin í 2026. Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 79.800 kr. Ásetingin er galdandi fyri árið 2026.

 

Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.

Í 2024 vóru útgoldnar 713 mió. kr. í eftirlønum úr AMEG, útgjaldið til eftirløn í 2025 er mett til umleið 730 mió. kr. og umleið 765 mió. kr. í 2026.

Ársfrágreiðingin hjá AMEG kunnu tit taka niður á heimasíðuni hjá AMEG, www.ameg.fo

Hava tit spurningar eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Landsbanka Føroya, telefon 360600 ella teldupost malan@landsbankin.fo.