Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eftirlønin úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum

John William Joensen

Tíðindaskriv: Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin hevur á fundi 30/12 2004 samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við umleið 30,5% frá 1. jan 2005 sammett við 2004, soleiðis at eftirlønin verður 910 kr um mánaðin, sum er 10.920 kr um árið.

 Ásetingin er galdandi fyri árið 2005. Øll, sum hava fylt 67 ár, fáa eftirløn úr grunninum.
 
Av tí, at tað ikki ber til at broyta útgjaldskipanina við virknað 1. januar, verður hækkingin í eftirlønini fyri januar útgoldin saman við nýggju eftirlønini fyri februar.
 
Stýrið ásetti tann 30/09 2004 nýggja eftirløn til 710 kr til hvønn móttakara um mánaðin, men av tí at løgtingslóg nr 87 frá 20.12.2004 hækkar inngjaldið í grunnin og tekur burtur tíðarfreistina um áseting áðrenn 1. oktober, er eftirlønin fyri 2005 ásett av nýggjum.
 
Løgtingslógin um eftirlønargrunnin er frá 1991, men hon er broytt nakrar ferðir.
 
Lønmóttakarar og arbeiðsgevarar hava síðan 1. januar 1992 goldið í grunnin, lønmóttakarar ½% av lønini so hvørt, hon er útgoldin, og arbeiðsgevarar ½% av lønunum í undanfarna ári. Frá 1. januar 2005 rinda lønmóttakarar og arbeiðsgevarar hvør 0,75% av lønini.
 
Eftirlønarveitingin er ásett soleiðis, at grunnurin sleppur undan at lækka hana seinni, og í staðin fyri hevur møguleika fyri at lata eina vaksandi upphædd, sum í minsta lagi veksur líka nógv sum inflatiónin. Av tí at útlitini ikki eru av teim bjartastu beint nú, er serligt varsemi lagt í útgjaldingarætlanina fyri 2005.
 
Reglurnar um útgjald úr grunninum eru ásettar í løgtingslóg nr 39 frá 07.05.1991, sum seinast broytt við løgtingslóg nr 87 frá 20.12.2004 og í kunngerð nr 44 frá 09.05.1997. Eftir hesum reglum er tað Toll- og Skattstovan, sum stendur fyri útgjaldinum, og hvønn mánað setur veitingina á konto hjá hvørjum eftirlønarmóttakara í sparikassa, banka ella postgiro.