Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eftirmeting av Andorra dystinum

Jákup Ósá

Her er eftirmeting av A-landsdystinum, nú ein hevur fingið dystin uppá nakrar dagar frástøðu.

Tá føroyska ferðalagið, sum hevði verið til landsdyst í Andorra, reisti úr Barcelona til Føroyar frá væleydnaðum túri við Atlantsflog sunnukvøldið, so merktist, at hvørki hópur ella viðhaldsfólk vóru nøgd við javnleikin í Andorra. Hóast tað ikki er so ofta, at Føroyar fáa stig á útivølli. Men hesaferð hendi tað sjáldsama, at Føroyar komu til hendan útidystin sum greiðir favorittar. 1,57 ferðir pengarnar aftur var tað heila, sum ein føroyskur sigur gav frá veddingarfyritøkunum.

Skerdur hópur

Sonni Ragnar Nattestad, Fróði Benjaminsen og Brandur H. Olsen vóru ikki tøkir til dystin. Hetta hava verið lyklaleikarar á A-landsliðnum seinastu árini. Fróði hevur verið royndi miðvallarleikarin, meðan hinir báðir hava verið profilarnir, sum spæla uttanlands, ið á rætta degnum kunnu avrika nakað útyvir tað, sum leikarar í føroysku kappingini kunnu. Tað vóru tó framvegis fleiri leikarar við, ið dagliga spæla uttanlands og bæði Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson hava til tíðir verið millum teir mest sannførandi í bestu donsku deildini hetta kappingarárið. Sigast skal beinanvegin, at avloysarin hjá Sonna, sum var Jóhan T. Davidsen, kom væl frá uppgávuni, meðan saknur var í hinum báðum, hóast ein kann freistast til at hugsa, at Brandur, ið mangan fær kort, hevði havt eina avbjóðing við at hildið høvdið kalt vegna spælistílin hjá Andorra. Fróði var kanska mest saknaður sum ein, sum kundi havt fingið meir frið á liðið mentalt, sum vit koma inná seinni í eftirmetingini.

Góðar fyrireikingar

Føroyski hópurin kom til Andorra týskvøldið sum dysturin var leygardag. Í Andorra kann ein siga, at talan var um heimligar umstøður. Veðrið var føroyskt, býurin lítil og vøllirnir mintu um teir føroysku. Onkrir leikarar føldu seg ikki so væl onkran av fyrstu døgunum, men so hvørt sum dysturin nærkaðist, so blivu allir leikarar væl fyri og klárir. Nógv hevur verið skrivað um vøllin í Andorra undan hesi ferðini, men føroyski hópurin segði seg vera brúkiliga nøgdan við vøllin og leikarar og venjarar vóru samdir um, at tað bleiv ikki vøllurin, ið skuldi hava nakra skyld, um úrslitið ikki gjørdist gott. Venjararnir vóru eisini fyrireikaðir uppá, hvat Andorra kom við. Heimaliðið fór at spæla hart og at brúka øll vápn so sum at drála, spæla sjónleik o.a. fyri at royna at øsa mótstøðuliðið. Tað høvdu teir gjørt leikarunum greitt undan dystinum.

Fleiri leikarar dumpaðu mentalt

Føroyska liðið var sum sagt fyrireikað uppá, hvat Andorra fór at koma við. Men hóast hetta, so duttu fleiri leikarar í felluna hjá heimaliðnum. Høvdið var ikki rætt sett uppá hjá øllum teimum føroysku leikarunum. Jóan Símun Edmundsson hevði ein heilt serligan dyst. Fyrst bleiv hann snýttur fyri grovt brotsspark, har hann fekk gult kort, meðan blóði rann úr nøsini. Síðani skuldi hann standa uttanfyri í fleiri minuttir, tí klædna fólkini á føroyska bonkinum høvdu so trupult við at finna røttu eyka klæðini fram. Síðani kom Jóan Símun inn aftur og gjørdi eitt framúrskarandi trekk, tá hann í skjótálopi fekk bóltin væl aftanfyri miðjuna og bara var eitt heldur vánaligt skot við kalda høgra beininum frá at skora eitt fantastiskt mál. Eitt mál, sum kundi farið í samlingina av mongum góðum málum hjá Jóan Símuni seinastu tíðina. Í seinna hálvleiki fekk Jóan Símun sítt seinna gula kort fyri sjónleik og tað er nakað, ið føroyingum dáma illað at síggja, sum afturmeldingarnar í sosialu miðlunum eisini vístu. Niðurstøðan var, at Jóan Símun, ið nú kanska er størsti álopsprofilurin sum Føroyar hava havt síðani Toda Jónsson, dumpaði, men samstundis mugu vit staðfesta, at øll tey áðurnevndu viðurskiftini ikki gjørdu tað lætt hjá honum hendan dystin. Á miðvøllinum var tað serliga vinstri vongurin Gilli R. Sørensen, sum hevði trupult við at hugsavna seg um tað, sum tað snúði seg um. Tað fylti ov nógv hjá honum, hvat leikararnir hjá Andorra gjørdu og ov ofta datt hann í teirra fellu. Gilli spælir til dagligt við Brann og hetta vísir, at hann eigur at vera góður nokk til at byrja á A-landsliðnum, men til tað krevst betri hugburður á mentala økinum. Lars Olsen, landsliðsvenjari, segði eisini eftir dystin, at fleiri leikarar ikki hildu høvdið kalt. 

Raktu botnin frá 45 til 73

Føroyska avrikið í fyrra hálvleiki eru kanska deildar meiningar um. Men tað er so fakta, at møguleikarnir og støðurnar vóru til fleiri føroysk mál. Føroyska liðið mentist gjøgnum hálvleikin og í hálvleikinum var kenslan tann, at tað skuldu ikki nakrar kollveltandi broytingar til í dystargongdini, so fór føroyska liðið kanska at fáa hol á. Men føroyska spælið frá 45. til 73. minutt, tá umstøðurnar broyttust vegna reyða kortið hjá Jóan Símuni, var nakað av tí vánaligasta hjá liðnum í longri tíð, tá vit hugsa um, at mótstøðan ikki var sterk. Hetta var ikki Portugal, ið vit spældu ímóti. Einki tekin til nakran føroyskan møguleika, ikki so frætt sum nøkur vandastøða og ein kundi av røttum seta spurnartekin við, um føroyska liðið gjørdi nokk til at vinna hendan partin av dystinum. Ein saknaði villskap til at vinna dystin. Og sambært venjara og leikarum eftir dystin, so var hetta als ikki ætlanin. Eftir útvísingina broyttust fortreytirnar og føroyska liðið valdi at fyrst og fremst binda væl fyri so at minst eitt stig kom burturúr dystinum. Móti endanum fekk Hallur Hansson eisini ein risamøguleika. Tá spurt bleiv til leikararnar eftir dystin um, hvat uppleggið til dystin var, so var sagt, at spælast skuldi nógv uppá innlegg. Tann parturin riggaði als ikki við tveimum kantum í Gilla R. Sørensen og Kaj Leo í Bartalsstovu, ið bara trektu inn í vøllin, og so tveimum bakkum, sum nærum ongantíð komu í støður til at leggja innfyri, hóast teir ofta søktu fram við renningum.

Lærdómur

Tað sum stóð eftir var ein 0-0 javnleikur, sum vísti seg at skapa stóra ónøgd í serliga sosialu miðlunum millum mong føroysk viðhaldsfólk. Móti størru fótbóltstjóðunum góðtekur føroyski áskoðarin, at tað ikki altíð ber til at fáa stig, men so leingi sum allir leikararnir geva seg fult hesar dystir, so krevst ikki meir. Móti einum liði sum Andorra krevja vit meir nú. Føroyingar vóru ikki vanar við favorittleiklutin og so hoyra vit fleiri tosa niðursetandi um, hvussu býttir føroyingarnir eru um at tosa um, at vit eru favorittar. Men slíkt fáa vit einki gjørt við. Úrslitini tala, veddingarfyritøkurnar tala. Føroyar eiga at vinna á Andorra, men favoritt leikluturin á 1,57 sigur eisini, at tað ikki beinleiðis er nøkur sensatión, at tað endar við javnleiki. Føroyar hava uppbygt sær eina støðu, sum ger liðið til favorittar ein slíkan dyst og tað er nakað, sum føroyingar kanska eiga at vera stoltir av og so læra av hesum dystinum. Leikararnir mugu læra at halda høvdið kalt í avgerandi støðunum, ikki minst í dystum, har teir eru væl fyrireikaðir uppá, hvat er í væntu sum hesaferð. Fimm stig, tríggjar ferðir málið roynt og bara tap á útivølli móti Sveis og á heimavølli móti EM vinnarunum úr Portugal er nakað, sum flest allir føroyingar helst eru nøgdir og stoltir av. Tí er nógv eftir at spæla um í hesum bólkinum, har fimm áhugaverdar uppgávur bíða. Trý stig afturat, so verður hetta besta stigúrtøkan nakrantíð hjá A-landsliðnum í eini undankapping. Tvær av teimum fimm uppgávunum eru av slagnum, har vit vænta at hava realistiskan møguleika at fáa okkurt burturúr, meðan mótstøðuliðið er stórfavorittur í hinum trimum dystunum. So hóast eitt lítið bakkast, so er støðan framvegis góð og framtíðin spennandi. 

Norðlýsið í Andorra

Norðlýsið var ein av miðlunum, sum var í Andorra. Niðanfyri eru greinarnar, ið blivu gjørdar á túrinum:

A-landsliðið komið til Andorra

Myndarøð: Fyrsta venjingin í Andorra

Fyrsta venjingin gav onkrar ábendingar

Gunnar er væl nøgdur við umstøðurnar í Andorra

Púra óvæntað loysn í álopinum?

Jóannes: Vit ivast í tveimum møguleikum

Sølvi Vatnhamar er glóðheitur

Jóan Símun er stóra stjørnan

Páll A. Klettskarð er klárur at taka møguleikan

Myndarøð: Góður hýrur í landsliðshópinum

Mong lið hava havt trupulleikar í Andorra

Veddingarfyritøkur: Føroyar eru stórfavorittar

Páll fær møguleikan frá byrjan

Kanska spældur í vátakava

Sølvi skoraði allar dystirnar

Lars Olsen: Møguleiki fyri debut í dag

Tróndur Arge: Hetta verður uppgávan hjá Pálli

Hørður trívist væl á A-landsliðnum

Bjartalíð klárur at taka av møguleikanum

Gongur væl at rudda vøllin

Vónbrot í Andorra

– Eg standi sum eitt spurnartekin

Lars: Vit hildu ikki høvdið kalt

Atli: Avtalan í hálvleikinum helt ikki 

Mynd: Hans Erik Danielsen

Harleywoodpaint