Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Eg bleiv ikki politistur, sum foreldur míni ynsktu

Oliver Joensen

 

Tað sigur 28 ára gamla málverjin hjá Stjørnuni, Raluca Nagy. Hon hevur júst skrivað undir nýggjan leikarasáttmála við Stjørnuna, sum er galdandi fyri kappingarárið 18 og 19.

Raluca er kend í Klaksvík, hon kom higar til Stjørnuna sum málverji longu í 2013. Nú hon skrivaði undir sáttmála fingu vit eitt prát við hana.

Eg var har í trý ár frá 2013, og mær dámdi sera væl. Men í 16 gavst eg og fór til London, har eg og maður mín Levente hava arbeitt nú í eitt ár.

Tá eg fekk eina áheitan í fjør, frá Jastrid, um at koma aftur hendavegin, gjørdist eg ógvuliga glað. Orsøkin til tað skal bæði síggjast í, at vit trivust faktiskt ikki serliga væl í London. London er ein stressaður staður, har tað ræður um at renna skjótast og tú faktiskt ikki hevur tíð til nakað sum helst. Eisini bleiv eg glað, tí hondbóltur hevur faktiskt átt mítt hjarta líka síðani eg var smágenta.

Eg var ikki meira enn 10 ára gomul tá eg byrjaði at spæla hondbólt í Rumenia. Foreldur míni vóru ikki so glað fyri tað. Serliga pápi mín, hann vildi alla tíðina at eg skuldi læra til politist. Men tann vegin hevði eg ikki hug at fara. So lítið løgdu tey í hondbóltin hjá mær, at eg haldi at tey bara sóu tveir dystir, sum eg spældi í Rumenia, øll árini eg spældi hondbólt har.

Men far ikki skeivur, tey vildu hava meg politistavegin, men tá eg ikki vildi tað, so stuðlaðu tey mær tó altíð og hava verið mær góð foreldur. Hjá teimum er vent í holuni. Nú dámar teimum at fylgja míni hondbóltsleið. Teimum dámar væl at fáa eitt “link” sendandi tá Stjørnudystir verða stroymaðir, tí tá sita tey í Rumenia og fylgja neyvt við gongdini.

Sum sagt, so var eg glað fyri áheitanina hjá Jastrid. Takið var so at siga manni mínum frá, at eg hevði hug at taka av og at fáa hann at koma við mær til Føroya. Tað eydnaðist, og eg má siga, at tað kendist sum at koma heim aftur, tá vit komu til Klaksvíkar.

Vit arbeiða bæði á Kósini og okkum dámar sera væl arbeiði. Levente sigur, at hann dámar betri arbeiði á Kósini, enn tænaraarbeiðið, sum hann hevði í London. Allar fyrstu tíðina hevði hann eitt sindur trupult at finna seg til rættis, men í dag er hann sera glaður fyri at vera her. Hann er júst byrjaður at venja í  Íðka, Her er gott og trygt at vera, jú, vit trívast stórliga.

Eg havi nú aftur gjørt sátmála við Stjørnuna og eri sera spent til komandi kappingarár. Beint nú, hugsi eg bert eitt ár fram, tá tú spyrt um framtíðarætlanir mínar. Eg vóni og rokni við, at Stjørnan og eg fara at hava eitt enn betri kappingarár komandi. Liðið, uttan eg, er eitt sera ungt lið. Per er in sera sterkur og góður venjari. Hann hevur nógv at geva hvørjum einstøkum leikara. Ongin ivi er í mínari sál um, at hann fer at menna hetta unga liðið til eitt ógvuliga sterkt lið frameftir.

Per er ótrúligur. Hann er ein arbeiðishestur. Hann venur børn í øllum aldrum, líka frá fimm ára gomlum børnum og øll liðini hjá Stjørnuni líka upp í Hvonndeildina. Hann hevur ótrúlig evni at umstilla seg, líka frá “spælinum” í teim smáu deildunum upp til hørðu realitetsvenjingarnar hjá Hvonndeildini.

Mánadagar hava vit málmansvenjing, har hann í ein tíma ella so bara venur málmenninar og eg má siga, at eg havi ment meg nógv síðani eg kom her. Per hevur víst mær á fleir støður, sum eg havi takla skeivt áður. Í míni málmanstíð havi eg ikki verið fyri so góðari frálæru frá nøkrum venjara, sum eg havi verið fyri her.

Hóast hann má hava tað sera strævi, so møtir Per Klarup altið upp væl upplagdur og sera væl fyrireikaður. Jú Stjørnan hevur heilt víst eina bjarta tíð fyri framman.

Alt í alt, haldi eg at vit í Hvonn hópinum er sera væl nøgd og eru spent upp á framtíðina. Tað er ikki bert eg, sum havi fingið nógv burturúr. Úrslinini hjá Stjørnuni prógva, at Stjørnan er á veg longur upp á himmalhválvið, sigur ein fryntlig og væl nøgd Raluka, ið nú ikki er heilt sør í føroyskum.