Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg breyt tagnaðarskylduna

John William Joensen

Sveinur Tróndarson, sum er upphav til heitastu fjølmiðlasøguna, sum hevur verið á breddanum seinastu vikurnar um at P/F N. Niclasen, sum Jørgin Niclasen hevur verið stjóri í, framdi svik – viðgongur at hann við at siga søguna hevur brotið tagnaðarskyldu, sum hann sum starvsfólk hjá landsgrannskoðani átti at hildið.

Sveinur Tróndarson, sum er upphav til heitastu fjølmiðlasøguna sum hevur verið á breddanum seinastu vikurnar um P/F N. Niclasen, sum Jørgin Niclasen hevur verið stjóri í, framdi svik – viðgongur at hann við at siga søguna hevur brotið tagnaðarskyldu, sum hann sum starvsfólk hjá landsgrannskoðani átti at hildið.

– Eg eri ikki í iva um at P/F N. Niclasen, har Jørgen Niclasen var stjóri framdi lógarbrot, og størsti trupuleikin er at myndugleikarnir hava roynt at lagt lok á málið og harafturat hevur tað nærmæst verið ógjørligt hjá fjølmiðlunum at fingið innlit í málið. Tí kenni eg tað sum mína moralsku skyldu at siga søguna sum hon er nevniliga at P/F N. Niclasen hevur framt lógarbrot, men at politiið ikki kundi reisa ákæru tí eingin straffiheimild var í lógini.

– Eg havi gott nokk ikki skrivað at eg arbeiddi við málinum tá eg starvaðist á Grannskoðanardeild Landskassans, men eg havið ongantíð dult hetta fyri nøkrum sum eg havi arbeitt saman við, sigur Sveinur Tróndarson sum eitt áramál arbeiddi á Dimmalættting, Sosialinum, Fregnir umframt at hann í dag starvast á portal.fo.

– RED: Men er tað ikki torført hjá lesarum at gera eina óhefta niðurstøðu tá tú beinleiðis hevur verið partur av málinum og harafturat ikki nakrantíð hevur kunna lesaran um hetta?

– Tað er eingin ivi um at eg havi brotið tagnarskylduna, men tað var neyðugt fyri at søgan kundi verða søgd. Tað hevur verið roynt í 14 ár at fáa søguna fram uttan at tað hevur eydnast og tí valdi eg at siga hana sjálvur.

– RED: Men almenningurin hevur jú bert fingið tína lýsing av málinum, og hevur heldur ikki sæð skjøl sum grundgeva fyri at politiið ikki valdi at reisa ákæru, eftir at frágreiðingin sum tú skrivaði til politiið, eftir øllum at døma var avvíst?

– Grannskoðanin sendi málið til fíggjardeildina hjá landsstýrinum, og teir hava melda til politiið. Tað sum er tað grundleggjandi í málinum er at tað er eingin ivi út frá skjølum, sum vit og KVF hava kunngjørt – at P/F N. Niclasen, har Landstýrismaðurin í fíggjarmálum var stjóri, framdi lógarbrot. Og tað haldi eg fast við. Sambært løgregluni kundi eingin revsast og tí gjørdu teir ikki meira við málið.

– RED: Eru tað onnur mál sum tú hevur skriva um, sum tú viðgjørdi sum starvsfólk á Grannskoðanardeild Landskassans?

– Nei!

—–

Landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum hevur sambært kunningarskrivið sett ein advokat at gera eina frágreiðin í málinum og fer sambært kunningarskrivinum at koma við einari almennari frágreiðing.

LES EISINI HER: Sveinur kannaði Jørgin