Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg, ein lokalpatriotiskur vingliskøltur

Sjúrður Gullbein

– nationalsporturin úr hjartakamarinum hjá Jóanesi Nielsen.

– nationalsporturin úr hjartakamarinum hjá Jóanesi Nielsen

Hóast eg eri havnarmaður við hampiliga stórum H, minnist eg meg ongantíð hava hildið við Havnarbátinum. Fyrsta tíggjumannafarið, sum eg helt við, var Sumbingurin, og seinast í 50unum og fyrst í 60unum var Sumbingurin tann óberokniliga kraftin í føroyskum kappróðri. Í ‘64 róðu teir tveytúsund metra málið við tíðini 8.48, og tað metið stóð við, til menn í ‘79 løgdu fastan start á ólavsøku! Og sumbingar tóktust vera sera tilvitaðir um sín leiklut sum kátir og stríðsfúsir underdoggar; tað gav at bíta ta ferðina, teir hóttu við at eta bátin, vunnu teir ikki ólavsøkuróðurin.

Tá róðu átta- og tíggjumannaførini fult mál, og tað var róð fram við argjalandinum og inn á Vestaru vág. Mín hvíti bátur við bláari rond á remmuni og reyðari rim tóktist at hava tann taktikk at liggja millum teir aftaru bátarnar teir fyrstu fimtanhundrað metrarnar, men so var tað, sum fanin tók teir! Hoyri framvegis fyri mær melið í Niels Juel Arge, tá sumbingar hálvgum slitu bátin leysan úr vatnskorpuni og løgdu ein bát fyri og annan eftir aftur um seg, og við bacalaokaiina lógu teir klárt á odda. Áh! sum eg var stoltur. Hóast eg var havnardrongur, helt eg treytaleyst við tíggjumannafarinum úr bygdini hjá mammu.

At Sumbingurin stóð so høgt í metum á mínum barnsliga himli, hevði heilt víst samband við, at alkoholkongur hevði í meira lagi at siga heima hjá okkum, og ein av hansara tegnum var pabba. Eg tók frástøðu til kongin, hvørs tign sást á prosentunum á fløskuetikettuni, og eg stuðlaði tí, sum mamma umboðaði. Eg haldi meg kunna siga, at alkoholkongur í veruleikanum týndi lokalpatriotin í mær. Eina tíð helt eg við HB, men eg gjørdist ongantíð nakar veruligur fjeppari. Heldur ikki Neistin og Kyndil høvdu mín áhuga, kanska tá konufólkini spældu, men tað vóru ikki tær ítróttarligu dygdirnar, sum lokkaðu ein til dystirnar. Tað skal eisini sigast, at ítróttarliga var lítil nytta í mær, men eg haldi ikki, at tað plágaði meg. Gjøgnum arbeiðið fekk eg kropsliga venjing, og tað var ríkiligt fyri meg.

Annars er ítróttin upprunaliga eitt yvirklassafyribrigdi. Teir mektigu í gamla Athen arbeiddu ikki. Til at breyðføða seg og at byggja land, høvdu teir trælirnar. Men fyri ikki púrasta at stívna í hvørjum liði, runnu teir eitt sindur um kapp, bardust við tarvar og stóðu á hondum. Tað var so tað.

Umleið soleiðis hugsaði eg um javnaldrarnar, sum stríddust í báti og á leikvølli. Eg hevði ikki ans fyri týdninginum, sum tey høvdu fyri trivnaðinum í býnum. Helt, at tey vóru eitt sindur fjákut, tað var, sum dyrkaðu tey ein falskan guddóm, og hesin átti ikki ta sakralu kraft, sum nøktaði sálina.

Nógv ár seinni kom ein systursonur at rógva við Klaksvíkinginum, og á ólavsøku kom tað meira enn so fyri, at onkrir av róðrarmonnunum gistu hjá okkum. Meiri enn tað skuldi ikki til fyri at aktivera mín lokalpatriotiska vingliskølt, og rættiliga skammleysur helt eg nú við tí gamla erkafíggindanum norðan úr myrkrinum.

At eg kortini rópi meg havnarmann, hevur ikki so nógv við ítróttina at skaffa. Grundin er heldur tann, at nógv av tí, sum eg hámeti, og fyri so vítt eisini tað, sum eg beri stikni til, hevur sín uppruna í Havnini. Havnin er tað plássið, sum eg upp á gott og ónt eri bundin at. Her havi eg havt mínar bestu løtur, og hevði onkur spurt meg í hvørjum gøtum, tey stóru ævintýrini liggja og bíða, hevði eg svarað: Í havnargøtum. Mítt træ er gróðursett innan fyri Stóragarð, sum havnarmenn lagaðu fyri eini hálvtannað hundrað árum síðan. Men greinarnar røkka eisini til Sumbiar og Klaksvíkar, og er sýnið av tí frægasta, hómast vøkru bløðini heilt suðuri á meginlandinum.

Góðan ólavsøkuróður.