Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eg eiti Christian Guttorm Mathisen og eg stilli upp fyri Tjóðveldi!

Christian Guttorm Mathisen

Eg eri sjómaður og havi ofta torført við at skilja tey fínu orðini á landi.

 

Undir sitandi samgongu síggi eg soleiðis uppá veruleikan:

 

Samgongutrolið skrædnaði og hvat hendi? Jú, summarfuglurin loysnaði og allur vinstri vongurin fleyg avstað. Yvirnetið á fíggjarlógini skrædnaði. Undirnetið skrædnaði sera illa og tað sær fyri mær út, sum um tað kanska kundi verið fari frá kvartarnum. Samgongutrolið hevði ongar stoppara so skrædlið fór heilt aftur til posan.Tá ið trolið kom aftur á dekkið manglaði nógv av vinstra vongi. Einasta grundin til, at hetta hendi, er at eitt lás brotnaði og tað, at man longu visti av tí, og allíkavæl valdi at koyra avstað og hopaði, at tað helt, er ikki góður sjómansskapur.

 

Vit í Tjóðveldinum halda, at áðrenn vit koyra út aftur, mugu vit syrgja fyri, at øll lás eru eftirhugt og stýriketan máld upp. Øll lás sum ivamál eru um, mugu skiftast út.

 

Vit seyma nýggjar bordar í pláturnar og seta sterkan stoppara í, soleiðis at um okkurt óvænta er, so kunnu vit bøta samgongutrolið skjótt aftur.

 

Nógv net eru mist og nú ræður at hugsa okkum um, hvat vit hava av góðum neti at seta í staðin. Tað kundi hugsast, at okkurt net sum enn situr á trolinum er so illa farið, at best er at skifta tað netið eisini.

 

Fyriverandi manning var so spent til at koma á fiskileið, at hon hvørki kannaði botn ella veðurforsøgnir, áðrenn koyrt varð avstað. Ivamál er, um har yvirhøvur varð hugt at, um semitrisensorur og hurðasensorar um skverið vóru í lagi. Álvaratos, so haldi eg ikki, at har var nakað SAMBAND og at sensorar ikki vóru løddir áðrenn koyrt varð avstað. Fiskikort yvir umráðið, teir skuldu royna í var spart vekk, so eingin visti, hvussu botnurin sá út.

 

Tað er sera umráðandi, at hava góðar hurðar og at slitskógvarnir eru í góðum standi. Stýriketurnar mugu málast upp soleiðis, at hurðarnar ganga sum tær skulu.

 

Vit hava lada allar sensorar nú og tryggja okkum at teir rigga, soleiðis at vit kunnu gera fleiri tov, uttan at hugsa um tað.

 

Vit í Tjóðveldinum hava kortini yvir botnin og hava kanna hann gjølla. Har eru bleytur botnar, harðir botnar og brattir kantar, so tað er sera umráðandi, at fylgja upp upp á allar alarmperur í trolboksini, soleiðis at vit ikki draga eitt skrætt trol eftir okkum.

 

Trolarin FØROYAR hoyrir í dag til reiðaríið DANMARK og fyri tað mesta sleppur skiparin at bestemma sjálvur, hvørjar leiðir vit troyta. Men reiðarin eigur skipi og hugsa vit um aðrar leiðir, verður hvest eftir okkum. Bæði skiparin og flestu av manningini vita um aðrar leiðir, men sleppa ikki at troyta hesar leiðir, tí at reiðarin hevur ikki áhugamál har.

 

Vit vita, at vit kunnu yvirtaka trolarin FØROYAR og at reiðarin er við uppá at selja. Einasta reiðarin sigur, at so leggur hann høvdið á blokkin, fyri at einki bonus kemur til manningina. Netið sum reiðarin hevur umborð hjá okkum, skal í land, áðrenn vit LOYSA.

 

Vit í Tjóðveldinum vilja komandi túr hyggja uppá, hvat reiðarin hevur umborð hjá okkum og royna at fáa tað í land sum skjótast. Vit leggja høvdið á BLOKKIN uppá, at tað bonus reiðarin gevur, kunnu vit klára okkum uttan og at við at eiga trolaran FØROYAR sjálvi, kunnu vit fáa nógv meiri burtur úr, bæði til skip og manning.