Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg elski teg, Klaksvík!

John William Joensen

Nú Føroya Løgting hevur samtykt, at Føroyar skulu vera eitt valdømi, hava nógvar hvassar greinir verið at sæð í bløðum og á kjaksíðum á alnetinum.

Mong, sum eru ímóti, hava ført fram, at hetta verður endin á útjaðaranum. Eg eri púra ósamdur við tey!

Onkur hevur longu víst á hetta sjónarmiðið, at útjaðarin – og tá hugsi eg um útoyggjarnar – longu er farin, meðan fýra løgtingslimir hava umboðað Norðuroyggjar, tveir hava umboðað Vágar og tveir Sandoynna. Og vit kunnu leggja aftrat, at Føroyar fyri um fimtan árum síðani fóru á húsagang – við sjey valdømum.

So tað er ikki ivi í míni sál, at útoyggjarnar kanska, kanska kunnu síggja vón fyri stavni, nú landið er vorðið eitt valdømi.

So eru tað tey, sum av órøttum gera seg til útjaðara. Tey vita lítið um Fugloyarfjørð og Mykinesfjørð at siga. Við tí ferðasambandi, teimum góðu skipum og atløgumøguleikum, sum nú eru til Sandoyar og Suðuroyar, kann eingin kalla hesar oyggjar útjaðara, tá ið vit bera saman við veruliga útjaðaran í Føroyum – og í øðrum oyggjalondum kring heimin allan.

Løgnastu gremjingarnar koma tó úr mínum kæra heimbýi, Klaksvík.
Er Klaksvíkin vorðin útjaðari, nú hol er borað undir Leirvíksfjørð?

Hetta er so púra burturvið, og nú mugu klaksvíkingar reisa høvur hátt og stíga inn í 21. øld.

Tað dregur bara niður at geva sínum landsmonnum ta mynd av sær sjálvum, ”at øll liggja okkum eftir lívinum”, ”høvuðsstaðarpressan nívir okkum niður” og ”nú hava teir í Havn tikið tingmenninar frá okkum”. Hetta førir onga leið – uttan til ómegd og máttloysi.

Og so fari eg at loyva mær at koma við einum hugskoti:

Rokna vit sambygda økið um Reykjavíkar-leiðina sum ein bý, er Akureyri næststørsti býur í Íslandi.

Har eru 14 søvn av ymsum søguligum sløgum.
Har eru 9 listasøvn.
Har eru tvær biohallir.
Har eru 30 støð, har tú kanst fáa teir ein bita og okkurt afturvið.
Har er tónlistaskúli við 450 næmingum og 43 lærarum.
Har er leikhús, sum hesa vetrarhálvuna sýnir 10 leikir. At leikhúsinum eru knýttir 23 leikarar, 6 leikstjórar, 6 fólk, sum fáast við pallsmíð og búnar, 2 fólk fáast við ljós, 5 tónleikarar eru knýttir at húsinum umframt leikhúskórið, sum telur (ikki er tað lygn) 17 sangarar, og so eru 10 høvundar/týðarar knýttir at teimum 10 leikunum, ið settir verða á pall í vetur.

Og í august 2006 settu tey spaka í jørð at byggja nýtt mentanarhús, sum skal standa liðugt á vári 2008. Og ovastu hæddina eigur tónlistaskúlin.

Alt hetta kann lesast inni á www.akureyri.is

Nú veit eg væl, at 17.000 fólk búgva á Akureyri, men kortini:
Klaksvíkingar eiga at bjóða seg fram at loysa teir trupulleikar, sum Havnin ikki evnar at loysa.

Tjóðpallur Føroya fær ikki líkinda tak yvir høvdið í Havn, musikkskúlin í Havn hevur neyðarslig kor, og í Havn er einki stað, har tónleikabólkar av ymsum slagi kenna seg heima.

Niðri á Sandinum liggur eitt vítt øki sum ein urðarkovi. Hesar mongu ferðinar, eg saman við útlendingum eri komin úr Havn við leið 400, og bussurin steðgar, spyrja tey ovfarin, hvat hetta er:

Er hetta miðbýurin í landsins næststørsta býi? Tey halda seg vera komnan til Beirut ella Bagdad.

Klaksvíkingar hava nú ein gyltan møguleika: Skrivið út eina arkitektakapping um at byggja ein mentanardepil á Sandinum. So hýsa tit umframt áhugaverdum søvnum øllum landsins tónleiki, tit fáa tónlistaskúla, og Tjóðpallur Føroya flytur til Klaksvíkar – í báðum førum fylgja almennar krónur við.

Hugsið tykkum løturnar, ið klaksvíkingar kundu fingið har at lyft seg uppfrá. Og tá komu allir føroyingar rullandi – sæð úr Klaksvík rættan veg – norðureftir!

Eitt vetrarkvøld. Steðgur er í framførsluni, og fólk fara út á svalan við heimsins besta útsýni:
Kunoyargalvur, eyðkenda fjallagreinin, dagar mótti norðlýsisloftinum. Ella summarkvøld, ”tá ið roðin um Nestindar fer”. Tá syngur innan í okkum, ið sum børn og ungdómar áttu so ríkar løtur á hesum bletti:

Ja, eg elski teg, Klaksvík!

Hattarvík 27.okt. 2007

Árni Dahl