sigur Hans Pauli Strøm, sum ikki heldur tað hevði verið til fyrimun fyri familjuna, flokkin ella løgmann um hann valdi at halda fram. Hann sær seg sjálvan sum eitt offur fyri einari politiskar atsøkn hjá Tjóðveldinum
Tað var ein róligur og avkláraður Hans Pauli Strøm, sum vit hittu fyri løtu síðan og sjálvur ivast hann heldur ikki at tað var rætt at leggja kongin.
– Eg haldi ikki tað hevði verið til fyrimun fyri nakran sum politiska støðan var, at eg helt fram sum landsstýrismaður.
– Eg og mini hava staðið modell til eitt javnt og samt stríð har Tjóðveldið hevur koyrt eftir mær persónliga og eg dugdi at síggja at um eg ikki tók hesa avgerð so hevði eg givið teimum høvi til at dyrka hetta málið út í tað óendaliga. Hetta vildi eg ikki útseta meg sjálvan, míni nærmastu, Javnaðarflokkin ella løgman fyri – og tí var hetta einasta rætta avgerðin.
Ein lætti
– Skal eg siga sum er so kennist hetta sum ein stórur lætti nú avgerðin er tikin men tað er harmiligt at tað skuldi koma so langt.
– Eg skal heilsað og siga at hetta er ikki ein ynskisstøða at koma í og tú ert noyddur at hugsað hvat er best fyri títt málsøkið. Eg kann ikki bjóða teimum góðu fólkum sum starvast í Heilsuverkinum at tað alla tíðina verður koyrd ein herðferð í móti landsstýrismanninum og tí var tað eisini við teimum í hugað at eg tók hesa avgerð.
– Men samstundis havi eg eina kenslu av at nógv viðurskiftið sum í nógv ár hava verið sera turbulent og trupul á heilsuøkinum, nú eru komin í rættu leguna og tað er nakað sum ein kann frøðast um. Tí var eisini umráðandi fyri meg at mín persónur ikki skuldi gerast ein trupuleiki.
Fíggjarnevndin og løgtingið hava eisini ábyrgd
Um ein hyggur eftir tølunum fyri meirnýtsluna hjá Heilsuverkinum tey árini sum Hans Pauli Strøm var landsstýrismaður, sæst at serliga í 2007 gongur galið.
Tá eru 101 mill. krónur brúktar út um játtan/meirjáttan sum løgtingið hevur samtykt, men Hans Pauli sigur at hetta fyrst og fremst skyldast vánligari arbeiðsgongd í fíggjarnevndini.
– Í 2007 varð val útskrivað nakrar vikur áðrenn nakar vantaði og tá vit sóu at játtanin ikki fór at halda sendu vit eina umbøn um eykajáttan til viðgerðar í fíggjarnevndini. Men hendan umbønin bleiv súltað og tá so val varð útskrivað datt hendan eykajáttanin burtur og so var bara at staðfesta at vit høvdu ein meirnýtslu sum eingin játtan var fyri.
– Sama skilið var í 2008 tá vit høvdu eina umbøn um eykjáttan í tinginum. Umbønin bleiv liggjandi í fíggjarnevndini og tá komið var út í desembermánaða staðfesti fíggjarnevndin at peningurin longu varð brúktur og vísti umsóknina frá sær. Tí bleiv við ársenda 2008 eisini staðfest ein meirnýtsla uppá 63 mill. kr.. Skal eg siga sum er so haldi eg sera lítið um arbeiðsháttin hjá fíggjarnevndini sum hóast hon hevur verið vitandi um peningatørvin í Heilsuverkinum – álíkavæl valdi at síggja burtur frá veruleikanum.
Hans Pauli Strøm ivast sum sagt ikki í at talan er um politiska forfylging tí meirnýtslan avmarkar seg ikki einans til Almanna- og Heilsumálaráði men er at finna í øllum ráðum.
– Í samband við heilsuverkið hava vit útreiðslur sum sera truplar eru at meta um og her hugsið eg millum annað um serviðgerðir uttanlanda. Tí skilji eg als ikki tað viðgerð sum hevur verið í landsstýrismálanevndini har man tekur okkum burtur úr rúgvuni og so sær burtur frá meirnýtslu hjá ráðum har sum eingin orðsøk skuldi verið fyri at hava tørv fyri at brúka meira pening. At Tjóðveldi kærir meg til landsstýrismálanevndina er bara ein partur av politisku strategiini teir hava havt móti mær í longri tíð.
Fer framhaldandi at arbeiða til frama fyri heilsuverkið
Hans Pauli Strøm sigur at hann framhaldandi hevur ein løgtingssess og at hann nú tekur sæti á tingið har hann fer at arbeiða til frama fyri Heilsuverkið sum er hansara hjartabarn.




