sigur Lisbet L. Petersen, tinglimur, sum sipar til yvirtøkuna av Fólkakirkjuni og hon ivast í um hon skal taka av innbjóðingini frá landsstýrismanninum.
Lisbeth L. Petersen, hevur umboða Sambandsflokkin í politiska fylgibólkinum, sum hevur fylgt arbeiðinum við at yvirtaka Fólkakirkjuna.
– Nei, eg eri ikki nøgd við gongdina í málinum, men vit hava so megnað at broytt nøkur ting.
– Í útgangstøðinum royndi man at fáa yvirtøkuna gjørda í fullari semju, men hesum tykist man nú hava slept.
Leikluturin hjá Drotningini
Lisbeth L. Petersen sigur, at Sambandsflokkurin hevur arbeitt fyri at varðveitt drotningina sum ovasta myndugleika í Kirkjuni.
– Men vit hava fingið at vita at hetta ber ikki til. Tó hava vit biði um at fingið eitt notat, hesum víðvíkjandi, men tað er ikki liðugt enn.
– Tí er tað heldur ikki endaliga avgjørt hvør skal vera ovasti myndugleiki í kirkjuni.
Ivast í at taka við innbjóðingini
– Eg havi fingið innbjóðing til fundin á Bryggjuni í Keypmannahavn, men eg havið ikki tikið støðu til um eg fari til fundin.
– Tað er nevnuliga ikki landsstýrismaðurin sum endaliga skal góðkenna yvirtøkuna, men løgtingið og tí hevur handan undirskrivingin ikki tann stóra týdningin.
Lisbeth L. Petersen, hevði sum so ongan viðmerking til tíðindini í kringvarpinum um at umboðið fyri Tjóðveldisflokkin ikki ætlar sær til hátíðarhaldið.
– Nú merkist á øllum brøgdum at vit eru á veg móti einum løgtingsvalið og tí hevur eitt nú Tjóðveldisflokkurin lagt seg tvøran í øllum málum.
– Annars havi eg ikki hoyrt tað sum Anita Fríðrikksmørk hevur sagt í útvarpinum og tí havi eg onga viðmerking til tað.




