Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg eri ikki nøgd við tað kunning sum vit hava fingið

John William Joensen

sigur Annika Olsen landsstýriskvinna í Innlendismálum, eftir at hon á fundi við danska justitsministaran fríggjadagin, viðgjørdi bygnaðarbroytingarnar, sum í løtuni verða framdar í løgregluni í Føroyum.

Fríggjadagin var fundur í Keypmannahavn millum landsstýriskvinnuna í Innlendismálum, Anniku Olsen og danska Justitsministaran, Brian Nielsen. Fundurin var fyrst og fremst um yvirtøku av straffirættinum og sakføraravirksemið, men á fundinum vóru bygnaðarbroytingarnar í løgregluni í Føroyum eisini viðgjørdar.

– Eg gjørdi greitt at vit frá føroyskar síðu ynsktu at fáa ávirkan á tær broytingar, sum í løtuni verða gjørdar innan løgregluna í Føroyum og eg greiddi eisini frá at politiska skipanin í Føroyum var als ikki nøgt við tað kunning sum hevur verið í hesum málinum.

– Hann vildi ikki geva nøkur lyfti, men greiddi frá at fútin fer á fundi tann 28. mai at kunnað bæði løgtingið og landsstýri og har fáa føroyskir myndugleikar møguleika at koma við “góðum ráðum” sum hann málbar seg.

– Men hann legði samstundis dent á at tær broytingar, sum í løtuni vóru gjørdar innan løgregluna í Føroyum eru eitt fagligt politimál.

– Eg gjørdi greitt at vit høvdu ynskt eitt slag av eygleiðara-status tá arbeitt var við broytingunum, men heldur ikki her kundi hann geva mær nøkur lyfti.

Hevur álit á Fútanum hóast vantandi kunning
Annika Olsen sigur at hon kendi einki til broytingarnar sum vóru á veg innan føroysku løgregluna fyrr enn í februar mánaða.

– Eg má siga at tá eg fyrstu ferð var í løgtinginum og svaraði spurningum frá løgtingslimi – tá var eg ikki nóg væl fyrireikað tí at eg hevði fingið lítla og onga kunning frá fútanum.

– Hetta er burturav danskt málsøkið og eg skilji eisini at fútin hevur verið trekur at koma út við nøkrum alment – tí tað kann koma illa við hjá starvsfólkunum.

– Tann 28. mai fáa løgtings- og landsstýrislimir høvið at tosað við fútan um bygnaðarbroytingarnar og mett verður at lurtað verður ikki eftir føroysku sjónarmiðunum so havið eg møguleika til at taka málið upp á fundi við justitsministaran tá vit hittast aftur á fundi seinast í junimánða.

Hóast Annika Olsen er misnøgd við tað kunning sum hon hevur fingið frá donkum myndugleikum, so hevur hon fult álit á Fútanum.

– Persónliga samskiftið millum meg og fútan er einki at siga til. Í hesum málinum átti eg at verið kunnað meira og tí vóni eg eisini at vit fara at fáa eygleiðarastatus í samband við ætlaðu bygnaðarbroytingarnar, sigur Annika Olsen landsstýriskvinna í Innlendismálum.