Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

– Eg eri ov gamal og óáhugaverdur

Jákup Ósá

(Baku, Aserbadjan) Tað sigur Atli Gregersen, nú Norðlýsið á triðja degnum í Aserbadjan gjørdist fyrsti føroyski miðilin, sum vísti honum áhuga á hesi ferðini.

Liðskiparin á landsliðnum er 36 ára gamli Atli Gregersen, sum eisini er nógv elsti leikarin í hópinum. Liðskiparin á einum liði er ofta tann, sum serliga tosar við miðlarnar, men soleiðis er ikki á føroyska A-landsliðnum hesaferð. Hóast fýra ymiskir føroyskir miðlar eru á ferðini, sum hava tosað við nógvar leikarar, so var Norðlýsið til venjingina í morgun – sum er triði dagurin í Aserbadjan – fyrsti miðilin, sum vísti liðskiparanum áhuga.

– Eg eri gamal og óáhugaverdur, rokni eg við. Men tað passar mær fínt, tí eg eri klárur og væl fyri. Eg føli meg sum 29 ár, sigur Atli Gregersen við Norðlýsið.

 

 

Mugu fyrireika seg væl

– Vit hava vant í Tórshavn í tvær vikur. Tað er langt at koyra og troyttandi fyri familjulívið, men nú eru vit her og tað er hetta, ið vit hava vant fram ímóti. So tað skal ein ordiligur innsatsur til.

– Vit kunnu vænta okkum ein øgiliga truplan dyst. Vit taptu 3-0 á heimavølli. Vit hava roynt at tosa sum um at vit spældu væl, men fakta er at teir høvdu tamarhald á dystinum og vunnu 3-0. Tað verður uppaftur truplari her niðri, og vit eru í gongd við at leggja eina ætlan fyri, hvussu vit skulu gera tað betri. Eg trúgvi uppá, at vit fáa eitt gott úrslit, men tað verður hart arbeiði, har vit koma at standa djúpt og so royna at revsa teir uppá kontraálop, sigur liðskiparin.

 

 

 

Skulu gloyma at koma víðari

Vit spurdu eisini Atla um mótstøðuliðið og um Føroyar framvegis skulu trúgva uppá at koma víðari úr bólkinum.

– Teir hava ein góðan leikara sum hangandi álopsleikara, sum stýrir dystinum øgiliga væl. Tað er vandi fyri, at vit koma at renna runt sum nakrir hundar millum nakrar keylir, tí teir eru sterkir á bóltinum. Teir eru eisini kyniskir, so vit skulu dekka upp fyri millumrúmum heldur enn at teir sleppa at spæla upp á álopsleikaran, sum síðani kann leggja av ella venda. Vit skulu eisini taka støðu til, um vit skulu traðka upp ella bakka, so tað er nokk tað, sum vit skulu hava fokus á.

– Vit skulu parkera hatta har við at koma víðari ella ikki. Um vit vinna báðar teir síðstu dystirnar, so telja vit saman og fáa okkum eina stóra sisu, um vit kvalifisera okkum ur bólkinum. Fyri okkum er tað týdningarmikið at avrika væl. Tí vit vóru vónbrotnir av úrslitinum á heimavølli móti Aserbadjan, so um vit kunnu avrika betri og kanska revsa teir, so veit man ikki hvat hendur. Men vit skulu hava eitt úrslit, so mugu vit síggja, um tað merkir at vita vinna 1-0 ella tapa 1-0. Men avrikið skal vera í lagi, segði Atli Gregersen eftir venjingina í morgun.

 

 

Føroyar vandu kl. 10.30 lokala tíð, sum er kl. 06.30 føroyska tíð.