Men fjølmiðlarnir hava koyrt málð fulkomiliga av sporinum og eg dugi ikki at síggja hvussu málið hevur nakað sum helst við rasismu at gera, sigur Jan Joensen, sum í mong ár var liðskipari hjá KÍ
Jan Joensen er uttan iva eitt av størstu nøvnunum í føroyskum fótbólti seinastu árini.
Í næstan 20 ár var hann ein av bestu spælarunum hjá KÍ og var fleiri ár liðskipari.
Hann var eisini eitt skiftið høvuðsvenjari hjá KÍ og stóð á odda fyri Kí liðinum sum leikti móti Molde í UEFA Cup kappingini.
Síðani bleiv hann venjari fyri fremsta liðnum hjá leirvíkingum og er hetta næsta árið hjá KÍ kempuni í Leirvík.
Tað hevur gingið minni væl í ár hjá leirvíkingum og eftir dystin móti ÍF í Leirvík fór ein hending fram, sum síðani hevur verið í øllum tí føroyska fjølmiðlaheiminum.
Rasisma
Umleið 10 minuttir eftir at dysturin varð floytaður av í Leirvík kemur LIF venjarin í orðadrátt við ein leikara hjá ÍF.
Orð stóðst av orðið og linjuverjin, sum hoyrdi tað sum bleiv sagt, festi seg við at LÍF venjarin brúkti orðið “Nekari” í eini óhepnari vending.
Og her byrjar so alt málið.
Dómarafrágreiðing verður skrivað um tilburðin og FSF gevur LÍF venjaranum leikbann fyri “rasismu” og síðani taka fjølmiðlarnir fatt.
Littir leikarar standa fram saman við øðrum kendum profilum í føroyska fótbóltsheiminum og taka frástøðu frá hendingini í fuglafirði og tað gongur skilliga fram at rasisma er ein stórur trupuleiki í føroyskum fótbólti.
Sjónvarpið tekur eisini hendingina upp og eisini her verður hendingin í fuglafirði vend og øll ítróttar áhugað í Føroyum eru skelkaði yvir tilburðin í fuglafirði.
Stendur spyrjandi
Í morgun kom so tíðindaskriv frá LÍF har felagið, venjarin og liðskiparin koma við eini treytaleysari umbering, fyri tað sum er komið fram í fjølmiðlunum.
Men var nakrantíð talan um rasismu?
Jan Joensen sigur við Norðlýsið at seinastu dagarnir hava verið sera tungir fyri hann og familuna tí hann av fjølmiðlunum er gjørdur til rasist.
– Eg kom í kjak við ein danskara, sum spælir við ÍF – sum ikki er littur.
– Einki hevur verið frami í fjølmiðlunum um alt tað sum danskarin hjá ÍF kallaði meg – bara tað at eg í einum setningi kom at kallað hann “nekara” sum aftursvar uppá at hann segði meg vera so hvítan at mær tørvaði sól.
– Eg eri als ikki stoltur av at eg misti høvdið hasa løtuna, men at eg síðani av fjølmiðlunum og FSF eri gjørdur til rasist er totalt langt úti.
– Tað hevur verið nóg trýst og øsing kring LÌF í seinastuni og tí valdu vit at koma við eini umbering.
– Eg havi eisini bjóða meg til at fara frá, sum venjari hjá LÍF, men tað loysir ongar trupuleikar og tí havi eg valt at vera verandi og hjálpa til fyri at fáa tingini at virka betur.




