Mikudagurin tann 10. mai kundi verið ein vanlukkudagur fyri 18 ára gamla Petur Vágsgarð.
Klokkan 8:45 koyrir hann norðureftir Undir Klakki, á veg oman ímóti grótbrotinum og skal draga suðureftir, sum hann vanliga ger. Hendan morgunin er hann óheppin og endaði við bili sínum útav bakkanum. Ferðsluóhappið kundi haft ræðuligar fylgir, men til alla lukku fekk Petur bert smávegis snuddir, samanborið við dramatikkin í hendingini.
Trygdarbelti
– Eg komi koyrandi íbundin trygdarbelti omaneftir við umleið 40 km. ferð og bremsi eitt sindur, tá eg skal draga í skarpa svinginum beint undir grótbrotinum. Tá síggi eg eitthvørt, ein posa kanska, koma fúkandi framvið høgru síðu á bilunum og verði eg so kløkkur, at eg ístaðin fyri bert at trýsta á bremsuna, eisini trýsti á speedarin, við tí úrslitið, at bilurin fer útav vegnum og oman av bakkanum. Fyrst fór eg við bilinum ígjøgnum autoverjuna og fleyg einar 6 metrar og lendi frontalt niður í jørðina, tá sleingist reyvin á bilinum niður í kantin á einum garði, sum er har; harfrá víðari oman í kommunuhúsið har bilurin var slongdur í ein garð. Mitt í øllum hesum ørminnist eg at airbagin útloysist, greiðir Petur frá.
Fyrstur á staðið
Tað var Jógvan Johannesen, sum var til arbeiðis í verkstaðshúsinum hjá kommununi hendan morgunun tá vannlukkan hendi, og sum sá tilburðin, ið ringdi eftir sjúkrabilinum. Jógvan Johannesen sigur, at hann og aðrir stóðu við hurðina á verkstaðsbygninginum, tá teir hoyrdu eitt buldur og raktur við botnin á einum flúgvandi bili. Bilurin fleyg niður í jørðina og víðari oman í verkstaðsbygningin hjá kommununi við so nógvar ferð, at hann slongdist útfrá aftur og rakti so ein garð. Tað sá rættiliga ógvusligt út, sigur Jógvan.
Forsjón
Ógvisliga ferðsluóhappið kundi haft nógv verri fylgir enn tað fekk. Petur greiðir frá, at hann fekk rættiliga ilt í ryggin og var tí sitandi í bilinum til sjúkrabilurin kom á staðið. Eg havi verið rættiliga heldigur. Onkur hevur hildið hondina yvir mær, og eri eg sera takksamur fyri tað. Tá alt kom til alt, so breyt eg bert ein part av einum ryggeisla, sum ikki darvar meg stórvegis í gerandisdegnum, sigur Petur.




