– Eg havi sjálvur innrættað skipið so eg kann bara lasta mær sjálvum fyri at vit ongantíð fingu nøktandi úrtøku burtur framleiðsuni umborð, sigur Hanus Hansen
Tað var í besta veðri á kvøldið tann 21. juli 2003 at nýggi og sera framkomni verksmiðjutrolarin, Skálaberg, kom til stórslidna móttøku í Klaksvík.
At talan var um eitt ódnartak hjá JFK var greitt frá byrjan, men avgerð var tikin um at reiðarríði við nýggja framkomna skipinum fór at leggja seg eftir at virka alt sum kom á borði – og í hesum má sigast at leiðslan í JFK-Trol gekk nýggjar og ókendar leiðir.
"Tá fiskurin er komin í móttøkupavnin, verður hann fyrst blóðgaður og kruvdur. So verður innvølurin skildur, so livurin, magin og rognini verða goymd hvørt fyri seg. Síðani verður fiskurin skráskorin og flaktur. Uggarnir og høvdið fara síðani í eina maskinu, sum sker uggarnar frá og sker kjálkarnar og lippuna burturúr. So verður flakið pakkað og fryst. Teir kunnu eisini frysta í "portiónir" og einkultfrysta. Alt hetta ger, at teir koma at gagnnýta kvotuna mest møguligt, samstundis sum teir økja um virðið á veiðini." skrivarði FF blaði m.a eftir at hava vitjað umborð í samband við móttøkuna í Klaksvík.
– Vit mugu staðfesta at sum umstøðurnar eru á arbeiðsmarknaðinum her í vesturheiminum er ikki grundarlag fyri at hava eina framkomna verksmiðju sum Skálaberg siglandi, sigur Hanus Hansen reiðari í JFK. Í øllum føri ikki við føroyskari manning sigur Hanus Hansen sum tó undirstrikar at hetta skal ikki skiljast sum ein ábreiðsla til nakran.
Tradionelu verksmiðjutrolararnir fáa meira burtur úr.
– Tað er ein sannroynd at tíðarskeiði teirbáðir Sundaberg og Skálaberg hava fiskað í Barentshavinum hevur úrtøkan hjá manningini umborð á Sundabergi verið mundandi betur.
– Tað sigur seg sjálvt at skalt tú hava ymisk sløg av framleiðslu umborð á skipi, so krevur tað meira manning.
– Vit hava arbeitt við ymsikum loysnum – m.a. at hava einar 10-15 lærlingar við umborð á skipinum – men tað eydnaðist okkum ongantíð at fáa nøktandi úrtøku burtur úr fyri manning og reiðarríð. Hetta má eg bara sjálvur taka ábyrgd av tí eg havi sjálvur innrætta skipið. Sæð í tí ljósinum eri eg sera fegin um at hóast vit hava eina heimsumfatandi búskaparkreppu, so eydnaðist tað okkum at fáa 20 mill. kr. meira fyri skipið enn tað kostaði okkum at byggja. So keyparin metir at skipið hevur munandi meira viðri í dag enn tað hevði tá tað var bygt fyri seks árum síðan.
Hyggja eftir øðrum skipið
JFK-Trol eigur ongar trolarar, nú Skálaberg er seldur, men Hanus Hansen sigur at teir í løtuni hava eygað á trimum skipum.
– Eg vanti ikki at tað gongur meira enn einar tvær vikur til vit hava keypt annað skip og tað er heldur ikki óhugsandi at vit kanska keypa tvey skip.
– Støðan er tann at tú kanst fiskað somu kvotu við einum nógv bíligari skipið enn Skálaberg og fáa mundandi meira burtur úr. Hetta er ein veruleiki sum vit mugu fyrihalda okkum til og tí var avgerð tikin um at selja.
Skálaberg siglur heim
Manningin á Skálabergi varð kunnað um søluna áðrenn tíðindaskriv varð sent út og sambært reiðaranum hevur skipið eini 530 tons av flaki í lastini nú teir eru farnir at sigla heim fyri seinastu ferð.




