sigur norðoyatingmaðurin Karsten Hansen, sum er fúsur at stilla upp til komandi løgtingsval
Karsten Hansen fekk 301 atkvøður á seinasta løgtingsvalið og fekk harvið næst flestar atkvøður í norðoyggjum.
– Eg havi als ongar ætlanir um at gevast í politikki og eg ætli mær miðvíst at halda fram at arbeiða fyri norðoyggjar og serliga útjaðaran.
Bert ein trolari á muni millum Loysing og samband
Karsten Hansen er ikki í iva um at komandi løgtingsval fer at snúgva seg um sjálvbjargini t.v.s. loysing og samband.
– Búskaparligi parturin hevur verið forðingin hjá teimum flestu at velja loysing men nú er stutt á mál tí sjálvt sambandsmenn tosað um sjálvbjargni.
– Í veruleikanum er føroyski búskapurin somikið sjálvbjargin í dag at tað bert er ein trolari á muni fyri at náa málinum.
– Komandi løgtingsval fer eisini at snúgva seg um hvat tað er fyri samfelag vit vilja hava men her er kanska trupult at síggja mun á ymisku flokkunum.
Stór mótstøða móti Norðoyatunnlinum
Karsten Hansen, sum í seks ár var landstýrismaður í fíggjarmálum sigur at hann altíð hevur arbeitt miðvíst fyri norðoyggjum.
– Tað gav at bíta tá eg var landsstýrismaður í fíggjarmálum tí sjálvt tá vardi eg økið við allir megi.
– M.a. tvingaði eg uppskotið um Norðoyatunnilin niðan í tingið.
– Støðan var tann at Bjarni Djurholm noktaði at leggja uppskotið niðan áðrenn løgtingsvalið tí hann metti ikki at uppskotið var búgvi.
– Tá málið bleiv viðgjørt í landsstýrinum vóru sjey av átta landsstýrismonnum ímóti at koyra málið niðan í tingið, men eg kravdi av løgmanni at hann legði málið niðan tí eg visti at meiriluti var fyri málinum í tinginum.
– Hann valdi so at stuðla mær og legði málið fyri tingið hóast mótstøðu frá egnum partamonnum.
– Tað vóru eisin nógvir samgongutingmenn sum vóru ímóti at bera uppskotið niðan í tingið og m.a. segði Jógvan við Keldu at uppskotið ongantíð átti at verið lagt fyri tingið.
– Eisini vóru nógv onnur mál sum eg var við til at loysa og tí skal veljarin ikki vera í iva um at eg fari at berjast fyri mínum valdømið í framtíðini.
Føroyar eitt valdømi
Karsten Hansen sigur at hóast hann dugur at síggja ávísar fyrimunir við at gera Føroyar til eitt valdømið so hava politisku royndirnar víst at hetta verður ein vanlukka fyri landið.
– Taka vit sambandið til Kalsoynna, so hevði tað als ikki verið gjøgnumført um vit norðoytingmenn ikki bardust fyri tí.
– Taka vit so ætlanarnar í Svínoynni so er eingin ivi um at standa vit ikki saman sum eru valdir í økinum so fer heldur einki at henda her.
– Verður Føroyar eitt valdømið so fara økið í landinum at detta niður ímillum og tað er ein vanlukka sum ikki má henda. Veruleikin er at tingini vera bara slúsaði av sær sjálvum inn í Havnina og tí er alneyðugt at vit varðveita økisumboðanina í tinginum.
– Málið um Toll og Skattstovuna í Klaksvík er eitt talandi dømi um hvussu tingini bara vera sentraliseraði av sær sjálvum. Enn hava teir ikki stong Tollstovuna í Klaksvík men komandi ár eru so eingir pengar avsettir á fíggjarlógini til raksturin.




