– Eg fari komandi dagarnar at fylgja við hvat samgongan og Fólkaflokkurin ger við málið um sendistovuna, og út frá tí fari eg at gera støðu mína upp sum samgongulimur og Fólkaflokksmaður, sigur Poul Michelsen.
Tað hevur rættuligt rok tikið seg upp í Fólkaflokkinum nú Poul Michelsen aftur tykist verða í andstøðu til restina av flokkinum.
– Stórsti feilurin er at Fólkaflokkurin tók undir við yvirtøkulógini og tann samtyktin gjørdi Fólkaflokkin til ein heimastýrisflokk, nakað sum vit ongantíð hava verið.
– Síðani vóru tinglimir lumpaðir at samtykja ein tekst undir viðgerini av fíggjarlógini, ið merkir at Føroyska sendistovan í Íslandi skal verða inni á donsku sendistovuni.
– Hetta kann eg als ikki livað við og havi fleiri ferðir gjørt mína støðu greiða yvir fyri løgmanni og flokkinum, men tá einki hendi áðrenn freistin var úti fyri at leggja uppskot fram á ting, avgjørdi eg sjálvur at leggja uppskot fram.
Tóm samgonga
Poul Michelsen er rættuliga bersøgin um samgonguna.
– Stórsti trupuleikin hjá samgonguni er at hon hevur einki endamál.
– Einasta málið, sum heldir henni saman er, at halda tjóðskaparrørsluna frá valdinum og tí er hon innan tóm.
– Fólkaflokkurin er í dag stuðulsflokkur hjá eini samgongu, sum als ongar privatiseringar fremur.
– Tað eru í veruleikanum bara topparnir í samgonguni, sum halda saman, restin er uttanfyri alla ávirkan og flestu samgongutinglimir taka als ikki undir við politikkinum, sum verður førdur.
Er Fólkaflokksmaður.
Tá vit spurdu Poul Michelsen um hann ætlar eins og Alfred Olsen at taka seg úr samgonguni ella kanska eisini úr Fólkaflokkinum, er hann eitt sindur ivingarsamur.
– Eg havi altíð verið limir í Fólkaflokkinum og tað skal ikki eydnast nøkrum at kroysta meg úr flokkinum.
– Men hinvegin um flokkurin ger nøkur inntriv ímóti míni sannføring, so má eg umhugsað støðuna.
– Eg vil bara sleppa burtur úr skommini, sum málið um sendistovuna í Íslandi er.
– Løgmaður hevur sagt at málið skal hava eina virðiliga loysn, og tað vónið eg eisini, men hendir einki, so er ein nýggj støða og so fari eg at umhugsað støðu mína til flokkin og samgonguna.
Poul Michelsen vil einki siga um nær hann fer at gera eina niðurstøðu, men sigur tó at hann í dag og í morgin fer at fylgja væl við hvat flokkurin fer at gera í hesum málinum.
Hann váttar eisini at hóast flokkurin hevur kravt at hann tekur uppskotið aftur, so kemur tað als ikki upp á tal.




