2. september 2013 legði Bústaðir fram eina byggiætlan um 30 nýggjar íbúðir í miðbýnum í Klaksvík, og samstundis lat felagið upp fyri, at fólk kunnu seta seg á bíðilista til íbúðir frá felagnum kring landið – sum skilst er áhugi millum fólk fyri íbúðunum í Klaksvík. Bústaðir hevur sett september mánað sum freist hjá fólki at skriva seg upp til íbúðir frá stovninum. Eftir tað verða allar umsóknir, sum eru komnar inn í september, settar á ein bíðilista í tilvildarligari røð.
| 2. september 2013 legði Bústaðir fram eina byggiætlan um 30 nýggjar íbúðir í miðbýnum í Klaksvík, og samstundis lat felagið upp fyri, at fólk kunnu seta seg á bíðilista til íbúðir frá felagnum kring landið – sum skilst er áhugi millum fólk fyri íbúðunum í Klaksvík. Bústaðir hevur sett september mánað sum freist hjá fólki at skriva seg upp til íbúðir frá stovninum. Eftir tað verða allar umsóknir, sum eru komnar inn í september, settar á ein bíðilista í tilvildarligari røð.
Tí ræður um hjá fólki at melda seg til hjá Bústaðir, sum hevur heimasíðuna: www.bustadir.fo. 30 íbúðir byggjast í miðbýnum í Klaksvík Jógvan Skorheim, borgarstjóri, var vertur við framløguna hjá Bústøðum fyri góðum 14 døgum síðan, har felagið legði fram eina ætlan um bygging av 30 íbúðum í miðbýnum í Klaksvík. Henda nýggja íbúðaverktætlan er úrslit av samráðingum millum Bústaðir og kommununa, og sum skilst er áhugi millum fólk at seta seg á bíðilista til eina av hesum íbúðunum. – Nú er tað Bústaðir, ið umsitur hesa nýggju skipanina, so eg havi avmarkaða vitan um hetta, men sum skilst, so er áhugi fyri íbúðunum, og tað fegnist eg um, samstundis sum eg vil eggja enn fleiri til at tekna seg hjá Bústaðir. – Sum kommuna síggja vit fram til, at henda verkætlan fer í gongd, og sjálvandi ynskja vit eisini, at fleiri hava áhuga í íbúðunum. Bústaðir fer ætlandi eisini at bjóða aðrar íbúðir í Klaksvík Sambært borgarstjóranum hava samráðingarnar millum kommununa og Bústaðir eisini fevnt um aðrar íbúðaverkætlanir í kommununi. – Vit hava tosað um fleiri ymsar møguleikar, og tí kann roknast við, at Bústaðir í framtíðini – umframt íbúðirnar í miðbýnum – eisini fer at bjóða fólki íbúðir til leigu aðrastaðni í Klaksvíkar Kommunu. – Tí er somikið meira umráðandi hjá fólki at seta seg á bíðilista hjá Bústøðum, sigur ein spentur borgarstjóri. |