Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg geri ongantíð aftur avtalu við hesa samgonguna!

John William Joensen

Borgarstjórin í Klaksvík, sum vanliga er sera semjusøkjandi og í málinum um Heilsuverki hevur sýnt sera góðan samstarvsvilja, er vónsvikin og illur, eftir útmeldingina frá Heilsumálaráðnum, um at stjórin á Landssjúkrahúsinum skal verða ovasti ábyrgdari fyri føroyska heilsuverki.

Jógvan Skorheim skrivar soleiðis á Facebook;

Steðga nú, Sirið!

Hvat er hetta fyri nakað? Klárar samgongan ikki at gera tað, sum hon sigur? Skal Føroya fólk enn einaferð fara ígjøgnum somu myllu, sum við fiskivinnunýskipanini, har tað ferð eftir ferð bleiv sagt eitt, men gjørt nakað annað?

Nú er lýsingin til stjórastarvið komin, og tað er eingin ivi um, at hetta er ein avtøka av teimum trimum sjúkrahúsunum, soleiðis sum vit kenna tey.

Slut við at gera avtalur við hesa samgonguna!