– Eg havi hugt eftir myndum av Føroyum á internetinum, og eg má siga, at tað er eitt vakurt land, sigur enska songkvinnan Kim Wilde
Kim Wilde kemur nú fyri fyrstu ferð til Føroya at spæla. Hennara tónleikur hevur verið sera væl umtóktur í Føroyum, og nú fáa føroyingar møguleikan at hoyra ensku songkvinnuna live við sangum sum Kids In America, You Came, Cambodia, View From A Bridge og mongum øðrum kendum sangum.
– Eg gleði meg til at uppliva Føroyar. Eg havi hugt eftir myndum av Føroyum á internetinum, og eg má siga, at tað er eitt vakurt land. Tit hava tykkara egnu mentan og egið mál, og nú gleði eg meg bara til at koma til landið og uppliva tað sjálv, sigur Kim Wilde.
– Eg fari at spæla allar sangirnar, sum fólk kenna. Eg havi eisini onkrar einstakar nýggjar sangir frá seinastu útgávuni hjá mær. Eg havi ein bólk við mær. Tað eru ungir og góðir tónleikarar, so tað verður lív í. Fólk fara við vissu at hugna sær, lovar Kim Wilde.




