Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Eg gleðist um tíðina í Klaksvík og KÍ

Jákup Ósá

Páll Guðlaugsson vil ikki siga stórvegis um avgerðina hjá KÍ leiðsluni. Men hann er glaður fyri tíðina í KÍ og Klaksvík. Tó eru ting, sum kundi verið øðrvísi.

 – Vit eru við í kappingini um løgmanssteypið og eru partur av toppinum í Effodeildini. Um KÍ eru betri nú enn tá eg kom til felagið, ja tað mugu onnur meta um. Men eg eri sera glaður fyri tíðina í KÍ og tað verður eitt tómrúm nú. Eg havi havt eitt fyrimyndarligt samstarv við leikarar, Jóan Paula Jacobsen (hjálparvenjara og ungdómsvenjara) og yngru deildirnar. Mær dámar eisini sera væl í Klaksvík, so eg vænti ikki, at eg fari avstað her frá enn. Fólkini her eru fyrimyndarlig, sigur Páll Guðlaugsson við Norðlýsið.

Hann vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til, at samstarvið er steðgað.

 – Nei eg havi ikki stórvegis viðmerkingar. Tað eru umstøður sum gera hetta. Men eg kann siga, at tað eru ting, sum kundu verið annarleiðis. Sáttmálin er ikki hildin og hetta hevur vart í eina tíð. Men tað eru altíð tveir partar av eini sak, sigur Páll Guðlaugsson við Norðlýsið.

Hann heldur, at KÍ hevur í øllum dystum í ár havt møguleikar til at avgjørt dystir, men hava ikki tikið av.