Ósemjan í Tinganesi tykist hava elvt til, at eitt starvsfólk ikki er sloppi innaftur á sína egnu skrivstovu eftir at hava verið burturstatt.
Hetta er niðurgerandi og eigur ikki at koma fyri.
Mangt hevur verið sagt og skrivað um ósemjuni í Tinganesi millum løgman og varaløgman. Mangir eru leikirnir í longum talvi. Tað tykist mær, at telvingin í Tinganesi er harðna alt frá byrjan og nú til seinast bleiv stríð um eina skrivstovu brúkt, fyri at fáa eina skák-mát støðu. Men í hesi telving eru starvsfólk eisini drigin við í bardagan.
Aðalstjórðar og undirsáttar eru brúktir sum finnur á talvbretti og løgfrøðingar koma við niðurstøðum sum ganga mótsattar vegir. Tað, sum eg tó mest havi fest meg við, er, at eitt starvsfólk misti sína skrivstovu meðan tað var burturstatt og kom á læstar dyr, tá farast skuldi aftur til arbeiðis.
Hetta er undir alt lágmark og eigur ikki at koma fyri.
Hetta er vánaligur starvsfólkapolitikkur og ikki sørt niðurgerandi. Løgmaður tykist hava tikið stig til hesa framferð og her haldi eg hann er lopin framav.
Bjarti Thomsen, Nólso




