Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg haldi við Swartz

John William Joensen

Dagur og vika gjárkvøldi brúkti 30 min uppá eitt mál, sum einans serfrøðingar skilja – og staðfest varð at tey sum skilja málið eru ósamd….

Dagur og vika gjárkvøldi brúkti 30 min uppá eitt mál, sum einans serfrøðingar skilja – og staðfest varð at tey sum skilja málið eru ósamd….

Í studio hevði Dagur og Vika ómaka sær at fáa landstýrismannin í fíggjarmálum – sum sera pedagogiskt greiddi frá at hetta er eitt mál sum politiska skipanin ikki eigur ella má blanda seg uppí.

Eftir at hava sitið og eftirhugt dag og viku á netinum eri eg komið til tað niðurstøðu, at vit sum hyggjarar eru noyddir at taka støðu um vit halda við Astrup ella Swartz……… Landsstýriskvinnan segði at hon helt við Swartz – og tað haldi eg eisini at eg fari at gera. Føroysku bankarnir – innsetarar – hava eisini rindað til fíggjarligt støðufesti – so lat EIK fáa ágóðan hasum….  🙂