Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg hati botox!

Skrivað hevur Poul Guttesen, Myndir: Dávur Winther

Varð biðin um at hugleiða um bókina Archie/Hanus og hugsaði beinavegin um tvey mál. Tað fyrsta er, hvussu henda bókin staðfestur so dyggiliga eina inniliga sannføring: Eg hati botox! Eg hati botox og allar aðrar hættir at broyta tey, vit eru, ella viska tað lív, vit hava livað, út. Og eg haldi, tað er deiligt, at nú, ið eg kjakist við onkran vakurleikaserfrøðing, sleppi eg frá at brúka nógv orð. Eg biði tey bara fara í bókhandilin at keypa \’Archie / Hanus\’.

Varð biðin um at hugleiða um bókina Archie/Hanus og hugsaði beinavegin um tvey mál. Tað fyrsta er, hvussu henda bókin staðfestur so dyggiliga eina inniliga sannføring: Eg hati botox! Eg hati botox og allar aðrar hættir at broyta tey, vit eru, ella viska tað lív, vit hava livað, út. Og eg haldi, tað er deiligt, at nú, ið eg kjakist við onkran vakurleikaserfrøðing, sleppi eg frá at brúka nógv orð. Eg biði tey bara fara í bókhandilin at keypa ‘Archie / Hanus’.

Hetta er ein ómetaliga vøkur og áhugaverd bók. Men ímynda tykkum, hvussu keðilig hon hevði verið, um Hanus javnan doyvdi andlitsbrøgdini við botox ella skar tey vekk, tá ið hann lyfti andlitið upp. Bókin hevði so bert verið ein óendalig endurtøka av tí sama. Ja, hon hevði slættis ikki verið til, tí Archie hevði ikki havt eitt lív at tekna og mála. Tað hevði verið viska út í tí forgudan av ungdómi, ið okkara tíð er so fongd við.

Men lukkutíð hevur Hanus loyvt rukkunum og foyrunum at siga sína søgur, og sum Archie so fangar hegnisliga í sínum strokum og litum. Men tað eru ikki bara myndirnar, sum eru áhugaverdar, men samspælið ímillum myndirnar og so tekstirnar, ið eru stroyddur um alla bókina, hesi tekstabrotini úr lívinum hjá Archie og stuttu fyndarorðini, tey flestu, ikki óvæntað, eftir Poul F.

Samspælið ímillum myndir og tekst
Hetta samspælið ímillum myndir og tekst er sjálvandi tað, eg fyrst varnaðist ímeðan eg týddi bókina til enskt. Til dømis í ein av fyrstu myndunum, sæst beint inn í andlitið á Hanus; og burtursæð frá bjørtu reyðu bakgrundini í ovara hornunum, sæst einans rísna hárið og skeggið. Á blonku síðuni yvirav er eittans fyndarorð hjá Poul F.: “Stormur loystur er úr bondum.” Og tað er júst tað. Myndin er ikki av manni í vindi, men heldur er tað ein innari stormur, sum loystur er úr bondum, sum kann ikki annað enn blæsa úr hálvopna munninum, eygunum, sum eru huld í skugga, úr knyklum, brúm og rukkum. Tað er hesin vindur, ið rykkir hár og skegg í allar ættir.

Men hvat er tað fyri stormur?

Í einum teksti, tá ið Archie greiðir frá tónleikalívinum í 60árunum, sum hevur havt stóra ávirkan bæði á Hanus og Archie, nevnir hann, hvør kollveltandi uppliving tað var, tá ið hann fyrstu ferð hoyrdi the Beatles. Tað var nakað, hann ongantíð hevði hoyrt fyrr, tað boðaði eina nýggja tíð, og hann vildi vera við.

Og eg hugsi, er tað júst hetta, kollveltingarnar í 60unum, sum er stormurin, ið enn blæsir í teimum báðum? Nakrar síður seinni, upploysist høvdið á Hanusi í hvítum ljósi, sum skiftir yvir í reyðgult. Skiftið frá andliti til bakgrund er líðandi, og Poul F sigur stutt “Í einum Eldhavi.” Og í mínum høvdi hoyri eg eymu røddina syngja um tíðarhav og hana, sum ongantíð fer úr huga. Og tú verður tikin inn í tær ymsu kenslur, ið eru so nógv meir enn ein sjálvur. Og soleiðis kundi eg hildið á. Men hetta er mítt samspæl við myndir og tekst. Um tú tekur tær tíð, fært tú eitt annað.

57 myndir
Og sum tú hyggur og gerst tínar egnu ímyndir, so spøkja kanska somu tveir spurningar í tær, sum hjá mær: Hví eru andlitsmyndir so hugtakandi? Og hvat í allari víðu verð fær ein listamann at tekna og mála so nógvar myndir av sama andliti? Í bókini eru 57 myndir – og tær eru bara tær úrvaldu, tað munnu vera aðrar, ið liggja so forfjónaðar onkustaðni heima hjá Archie, og so ikki at tala um ta ørgrynni av skitsum, sum óivað ikki hava sæð dagsins ljós. Hvussu nógvar tímar og dagar og mánaðir, hevur Archie brúkt uppá, at mála hetta eina andlitið umaftur og umaftur. Hví? Hann er væl og lukkuliga giftur, so eg vænti ikki, at tað er forelskilsi. Er hann kanska eitt sindur autistiskur? Ella er tað okkurt annað? Tað er júst hesin spurningurin, ið førir meg till hitt, ella rættari, til hin, ið kom mær til hugs.

Emmanuel Levinas
Og tað er jødiski heimspekingurin, Emmanuel Levinas. Hjá Levinas er andlitið symbol fyri persónsmenskuna, ið ikki kann avmarkast av okkara tulkingum av einum menniskja. Hann sigur at “andlitið er ein livandi nærvera; tað er eitt útrykk. . . andlitið tosar.” Og hetta er júst tí, at ein tílík bók er so áhugaverd. Týdningurin kemur ikki bara fram sum fyndarorð og tekstabrot, sum spæla saman við myndunum, men andlitið sjálvt tosar. Á summum myndum sær tað út, sum Hanus brynjar seg til kamp, og skørpu eyguni minna meg á, tá ið hann saman við Poul F. bjóðar tílíkum sum mær, ið bæði trúgva og prædika, av við hvøssum men onkuntíð–kanska ofta?–beinraknum eygleiðingum. Og so blaði eg á eina aðra síðu og andlitsbrøgdini eru mildari, rukkurnar, ið hómast í eygnakrókunum eru heitar, og eyguni eru spyrjandi,og bjóða mær av á ein annan hátt: Hvat sigur tú so, hvussu hongur lívið saman við tí, sum tú trýrt?

Á einari aðrari síðu, eru tað meira ljósir reydligir litir saman við grásprongda hárinum og myrkum skuggum, sum mynda andlitið. Eyguni hyggja út onkustaðni, langt urtur, har hvørki Hanus ella eg eru. Andlitsbráðið er sorgblýtt, og tað er sum ein tøgn sigur frá minnum, um tað, ið farið er, ella kanska frá onkrum brostnum dreymi. Og hetta sigur eisini nakað um listamannin. Hann hevur ikki bara eygað, ið sær, at andlitið sigur søgur, men hann hevur hegnið at fáa myndina at endursiga hesar søgur. Á tann hátt er Archie eisini í myndunum. Hvussu nógv av tí, eg hoyri tær siga, er møguliga hansara?

Hví so nógvar
Men hví so nógvar? Hava vit ikki funnið útav, hvør Hanus er við einari mynd, har vreiðin sæst, einari har hann smílist, einari har hann er hugsavnandi og einari, tá hann er syrgin? Aftur Levinas, hann sigur: “Andlitið fløðir myndina,” t.e., andlitið er altíð meir enn ímyndin, vit gera av tí. Og eina aðra staðni sigur hann: “Andlitið setur seg ímóti ognartøku, stendur ímóti maktum.” Og haldi eg, at tað er júst tað, sumArchie / Hanusvísir. Ígjøgnum mongu myndirnar av tí eina andlitinum og við øllum variasjónunum av nøkrum ávísum kenslum og hugaløgum prógvar Archie júst hetta. Um tú gevur tær stundir, so finnur tú útav, at tú aldrin kann tøma eitt andlit, tú kanst ongantíð taka ræði á tí. Tú kanst ongantíð ognartaka tað, uttan at tú drepur tað. Men tú kanst halda á at undrast og undrast meira, um tú loyvir einum andliti at vísa seg av nýggjum fyri tær í tess óendaligheit.

Og á henda hátt er tað júst tað ítøkiliga í hesi bók – tað, at tað eru málningarnir hjá einum listamanni, Archie, av einum ávísum persóni, Hanusi – sum ger hana so universella. Við at síggja tær fjølbroyttu variasjónirnar av Hanusi, ið Archie hevur málað, eru vit mint á, at okkara andlit eisini er ótømandi og ótamt, t.e. um vit ikki viska tað út við botox.

Poul F. Guttesen