sigur Dánjal Andreasen, sum als ikki heldur seg vera innhabilan at sita í dómsnevndini
– Eg má siga sum er, at skrivingin hjá Norðlýsinum kemur illa við, tí eg dugi ikki at síggja nakað endamál í at draga eitt gamalt stríð í FSF upp í viðgerina í dómsnevndini.
– Eg havi fyri langari tíð síðan lagt stríðið, sum tá var um forðmannsessin, aftur um meg og havi í dag eitt gott forhold við teir persónarnar sum mynda FSF.
– Eg bleiv valdur í dómsnevndina, eftir uppskotið frá nevndini í FSF og tók eg tað sum eina álitisváttan.
– Tí dugi ikki at síggja endamálið við skriving tykkara, tí hon gagnar ikki nøkrum.
Vil ikki tosað um málið.
Spurdur um hví dómsnevndin fyrst staðfestir at HB nýtti ólógligan leikara og síðani ikki fylgir vanligari mannagongd og dømir HB at tapa dystin, sigur dómsnevndarlimurin at tað hevur hann onga viðmerkingar til.
– Eg fari ikki at diskutera hetta í fjølmiðlunum. Eg kann bara sigað at tað var ein longri prosess, sum leiddi til avgerðina og eg standi við hana.
– Eg haldið ikki at tað er rætt av tykkum á henda hátt at viðgera teir persónar sum sita og viðgera málini.
Dánjal vildi heldur ikki viðmerkja um dómsnevndin hevði nakra aðra líknandi niðurstøðu í føroyskum ella altjóða fótbólti, at byggja sína niðurstøðu á.
Metur seg ikki at vera ógegniðan
Spurdur um dómsnevndin viðgjørdi egna gegnisspurning, sigur Dánjal Andreasen, at tað gjørdi hon.
– Eg meini ikki at eg var ógegniður at viðgera málið og tað bleiv heldur ikki sett spurnartekin við hann í nevndini og tí er einki at koma eftir har.
Ynskti øllum alt tað besta
Dánjal Andreasen vónaði ikki at Norðlýsið fór at taka alt stríði, sum var í FSF fram aftur.
– Hettar gagnar ongum og tað er fyri langt síðani lagt aftur um bak.
– Eg haldi at tit skulu lata teir, sum eru settir til at viðgera málið sleppa at arbeiða í friði og eg fari at ynskja tær harrans signing í arbeiði tínum, vóru seinastu orðini hjá dómsnevndarliminum, Dánjal Andreasen, í samrøðu við Norðlýsið fyri lítlari løtu síðan.
jwj




